Áki Bertholdsen
Tjóðveldisflokkurin krevur nú, at tilmælið hjá Landsverkfrøðinginum um at Byggitek skal fáa arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við Vágatunnilin, verður fylgt.
Hetta er greitt, eftir at Vágatunnilin hevur verið til viðgerðar á Landssstýrisfundi nú í hesi vikuni.
Málið kom á borðið á landsstýrisfundi, eftir at nevndin fyri P/F Vágatunlinum gjørdi av at taka samráðingar upp við J&K Petersen um at gera vegirnar í sambandi við undirsjóvartunnilin, hóast Landsverkfrøðingurin mælti til at taka av tilboðnum hjá Byggitek, sum var lægri.
Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at samgongan hevur eina púra greiða avtalu um, hvussu farast skal fram í sambandi við Vágatunnilin.
?Tað stóra, politiska stríðið í sambandi við undirsjóvartunnilin varð um, hvør, skuldi hava ábyrgdina av arbeiðnum og eftirlit við at alt fór rætt fram, landskassans vegna.
? Tað endaði við eini greiðari semju um, at P/F Vágatunnilin skuldi gera arbeiðið, men at Landsverkfrøðingurin skuldi hava ábyrgdina og eftirlitið vegna landskassan.
? Og hvat vegunum í sambandi við tunnilin viðvíkur, var avtalað í samgonguni, at Landsverkfrøðingurin skuldi standa fyri útbjóðingin og hann skuldi eisini gera tilmæli um, hvør skuldi fáa arbeiðið.
? Tað var ómetaliga týdningarmikið fyri okkum, at Landsverkfrøðingurin fekk ein avgerðandi leiklut í arbeiðnum, tí tað er umráðandi, at serfrøðin á økinum verður savnað á føroyskum hondum og tað var hetta, sum avtalan gekk út uppá.
Missur trúðvirðið
Høgni Hoydal sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur gjørt sín part av arbeiðnum og hann hevur eisini gjørt eitt tilmæli um, hvør fáa arbeiðið at gera vegirnar.
?Og tað er heilt greitt, at øll byggiætlanin missir trúvirðið, nú nevndin fyri Vágatunlinum hevur gjørt av ikki at fylgja tilmælinum um at Byggitek skuldi gera arbeiðið.
Høgni Hoydal, sigur, at tað er hetta, sum Tjóðveldisflokkurin nú hevur gjørt landsstýrismanninum í vinnumálum púra greitt.
? Vit hava ikki gjørt annað enn at krevja, at tann politiska avtalan verður hildin, leggur hann afturat.
Í tí liggur at Tjóðveldisflokkurin hevur kravt, at Landsverkfrøðingurin fær tann leiklut í byggiætlanini, sum samgongan hevði avtalað, at hann skuldi fáa.
Liggur tað eisini í tí, at tilmælið hjá Landsverkfrøðinginum verður fylgt?
? Sjálvandi. Og tað liggur eisini í tí, at landsstýrismaðurin skal syrgja fyri, at tað verður farið soleiðis fram, at tað ikki kann reisast ein tann einasti ivi um, at alt fer rætt fram í sambandi við byggiætlanina.
Høgni Hoydal hevur tó onga viðmerking til, um hann hevur mist álitið á nevndini í P/F Vágatunlinum eftir hetta.
Men hann sigur kortini, at tað, sum er hent hesar seinastu dagarnar, sáar stóran iva um byggiætlanina og tað er hetta, sum málið snýr seg um.
? Hetta snýr seg nevniliga ikki bara um ein undirsjóvartunnil. Hetta snýr seg eisini um alla framtíðar útbygging í Føroyum á samferðsluøkinum.
?Tí er tað ógvuliga avgerðandi, at bæði politiska valdið og almenningurin kunnu hava fult álit á byggiætlanini.
? Og fyri, at beina allan iva burtur, hava vit kravt, at tilmælið hjá Landsverkfrøðinginum verður fylgt.
Hevur tað verið frammi, at hetta eigur at fáa avleiðingar fyri nakran av pørtunum í málinum
? Tað havi eg ongar viðmerkingar til, sigur Høgni Hoydal.
Hann hevur heldur ongar viðmerkingar til, hvussu landsstýrismaðurin í vinnumálum skal fara fram fyri at tryggja, at tilmælið hjá Landsverkfrøðinginum verður fylgt.
?Men Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd mótvegis samgonguni og tinginum fyri, at tær politisku avtalurnar verða hildnar, og tað má hann so syrgja fyri. ? Hvørji amboð hann brúkar fara vit ikki at leggja okkum út í.
Men var tað ikki nettupp fyri at sleppa undan politiskari uppílegging, at eitt partafelag varð stovnað at standa fyri arbeiðnum?
? Jú og tað allar ringasta av øllum í hesum málinum, at nú sita vit júst og viðgera tað politiskt, sum skuldi verið so sjálvsagt at serfrøðingarnir hjá P/F Vágatunlinum avgreiddi. ? Hetta er ein ómetaliga óheppin støða. Og tað er bara eitt at gera og tað er at bera so í bandi, at almenningur og politiska skipanin kunnu hava fult álit á byggiætlanini.
Tit hava fingið eina frágreiðing um, hví P/F Vágatunnilin tók samráðingar upp við J&K Petersen og ikki við Byggitek. Hevur tann frágreiðingin ikki sissað tykkum?
? Tað er málinum full-komiliga óviðkomandi. Vit hava als ongan áhuga í frágreiðingum, sum meta eitt byggifelag upp ímóti einum øðrum og vit hava als ongan áhuga í at leggja okkum út í sjálva byggiætlanina. Tað er heilt óhoyrt, at politikarar ganga og meta um einstøk feløg.
? Tað einasta, sum vit krevja, er at tær politisku avtalurnar verða hildnar, endurtekur Høgni Hoydal.