Løgmaður bíðar framvegis eftir svari frá Tjóðveldinum, um flokkurin heldur fram í samgonguni ella ikki. Men løgmaður er av teirri fatan, at samgongan heldur fram
- Eg havi havt fund við Høgna Hoydal og Jenis av Rana í gjár. Tjóðveldisflokkurin skuldi so hava fund aftur í dag at viðgera støðuna víðar, men tað er mín greiða fatan, at Tjóðveldi heldur fram í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Løgmaður væntar at fáa svarið frá Høgna Hoydal hvørja løtu ? og tá verður tað eisini almannakunngjørt.









