- Vit kunnu ikki siga beinleiðis, hvat tað kostar, fyrrenn vit royna tað. Men tað fer at krevja nógv av okkum og ikki minst av okkara politisku skipan, sigur Høgni Hoydal Í formansfrágreiðingi síni vísti Høgni á eina kanning, sum varð løgd fram fyri sløkum mánaði síðani við heitinum ?Á veg móti einum sjálverandi búskapi?. Í formansrøðu síni vísti Høgni á, at vit kunnu ikki bíða til vit fáa ein sjálvberandi búskap og síðani siga ríkisveitingina frá okkum.
- Nei, skal samfelagið, vinnan og útflutningurin tillaga seg, og ein sjálvberandi búskapur skapast, so noyðist avgerðin at takast um at verða ríkisveitingina fyriuttan, soleiðis at bygnaðirnir í samfelagnum kunnu broytast í eini skiftistíð, vísir formaðurin á.
Hann segði, at vit mugu spyrja okkum sjálvi: Hvussu nógvar niðurgongdir og tillagingartíðir hava vit gingið ígjøgnum við tí búskapi og búskaparpolitikki, sum vit hava havt undir heimastýrinum, har vit so ofta hava havt bráðvøkstur og brástøðg í búskapinum?
- Bara kreppan í 80?unum kostaði 13 millardir út gjøgnum vindeygað ? og nú standa vit aftur í eini støðu, har vit brendu alt av í einum óstýrdum bráðvøkstri og nú skulu fíggja hall omanfyri 800 mió. kr., sigur formaðurin í tjóðveldi.
Høgni Hoydal vísti á, at flokkurin má brúka slíkar kanningar til at siga erliga: Ja, vit skulu rokna við einum falli í búskapinum, tá vit gera okkum leys av av ríkisveitingini og taka nýggjar ábyrgdir og útreiðslur á okkum.
- Men vit kunnu við skilagóðum politikki innan búskap, vinnu og sosialt í eini skiftistíð og frameftir, stýra undan teimum stóru sveiggjunum, har vit spola uppa á aldukambar og síðani dumsa niður í aldudalar búskaparliga.










