Tjóðveldið hevur nógvar spurningar

Tríggir tjóðveldistingmenn hava sett landsstýrismonnum tíggju munnligar spurningar at svara á tingfundinum fyrrapartin mikudagin Hugurin at seta spurningar í tinginum er stórur, og hann fer neyvan at minka, sum tað fer at líða út á heystið, og løgtingsvalið fer at nærkast.

Á skránni fyri tingfundin, sum verður klokkan 9.30 mikudagin, eru munnligir fyrispurningar. Hetta eru spurningar, sum spyrjararnir sambært tingskipanini í seinasta lagið dagin fyri skulu boða løgtingsformanninum og løgmanni ella landsstýrismanninum frá.

Sambært heimasíðuni hjá flokkinum hava tingfólk hjá Tjóðveldisflokkinum sett tíggu fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn at svara á fundinum fyrrapartin mikudagin:

Páll á Reynatúgvu spyr Jóannes Eidesgaard, løgmann, um Sandoyartunnilin.

Høgni Hoyrdal spyr Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, um gjaldsjavnan mótvegis útheiminum, Jóannes Eidesgaard, løgmann, um at tálma fíggjarlógini, og løgmann um ætlanirnar at samtykkja fíggjarlógina fyri 2008.

Tórbjørn Jacobsen spyr Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í norðurlandamálum, um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, um Sambandsflokkin og studentaskúlan í Hoydølum, Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, um rundkoyring í Gøtudali, Jóannes Eidesgaard, løgmann, um útsøgnir hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um leiklutin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum í viðgerðini av Sandoyartunlinum í fjølmiðlunum og í landsstýrinum.

Tórbjørn Jacobsen spyr eisini Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hvussu nógvan pening peningastovnarnir hava lænt uttanlands við tí fyri eyga at læna útaftur í føroyska samfelagið síðani 1. januar 2004, og hvussu stórar landskassainntøkurnar hava verið orsaka av hesum í mvg og øðrum avgjøldum.

Anita á Fríðriksmørk spyr Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, hvør grundgevingin er hjá landsstýrismanninum at seta serfrøðinganevnd at kanna hølistørvin hjá studentaskúlanum í Hoydølum, tá fleiri fullfíggjað uppskot eru gjørd, sambært Anitu á Fríðriksmørk.

Tað man vera ivasamt, um tíð fer at verða at svara øllum hesum og kanska eisini øðrum fyrispurningum. Spurningarnir til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, verða ikki svaraðir á tingfundinum mikudagin. Jógvan á Lakjuni er staddur uttanlands, og hann verður ikki aftur fyrrenn hósdagin.