Hóast Tjóðveldi hevur tríggjar kvinnur í løgtingum, heldur flokkurin fast um, at Heini O. Heinesen skal verða við í politiska fylgibólkinum í sambandi við at valskipanina. Í sambandi við valskipanina, hevur nettupp spurningurin um javnstøðu havt ein avgerðandi leiklut og atfinningarnar vóru hvassar um, at bara ein kvinna var ímillum teir fimm serfrøðingarnir, sum vórðu valdir í nevndina at endurskoða valskipanina. Men síðani hevur tann eini nevndarlimurin borið seg undan valinum og alt bendir á, at ein kvinna verður vald ístaðin og so kravið um javnstøðu gingið á møti.
Men politisku flokkarnir hava eisini hvør sítt umboð í einum politiskum fylgibólki og har eru bara menn valdir.
Løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at skuldi onkur flokkur havt hug at endurskoða valið, fer hann ikki at leggja seg í vegin fyri tí. Men tað er í øllum førum greitt, at Tjóðveldi ger onga broyting.
- Tá ið vit valdu umboð í hendan fylgibólkin valdu vit framsøgufólkið á økinum, altso framsøgufólkið í valdømismálum, sigur Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, við Sosialin.
- Skuldu politisku fylgibólkar á Løgtingi havt javnstøðu hvørja ferð, merkir tað, at mannligu umboðini í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldisflokkinum ongantíð sleppa framat.
Hetta er tí at hetta eru teir einastu flokkarnir, sum hava kvinnuliga umboðan á tingi og sum sostatt kunnu velja kvinnur.