Um Tjóðveldi var løgting og valevnini hjá Tjóðveldi vóru flokkar, so kundu Høgni Hoydal og Annita á Fríðriksmørk skipa samgongu einsamøll Tey bæði standa til at fáa fleiri enn helvtina av atkvøðunum hjá Tjóðveldi.
Síðani koma kvinnuligu stjørnuskotini Bjørt Samuelsen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen við umleið 500 atkvøðum. Harnæst eru ein rúgva av valevnum, ið liggja á umleið 200-300 atkvøðum. Hesi eru Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Sjúrður Skaale, Hergeir Nielsen, Heini O. Heinesen, Olga Biskopstø, Heidi Petersen og Sirið Stenberg.
Um til dømis Tjóðveldi fær átta tinglimir, er ógjørligt at siga, hvør av hesum fær teir seinastu fýra sessirnar.
Nakað longur niðri er Sólfríð Fjallsbak at finna. Og vert er at leggja til merkis, at núverandi tinglimurin, Finnur Helmsdal, ikki sær út til at hava nakran møguleika at koma aftur á ting.
Grundarlagið fyri tølunum er framvegis avmarkað og skal einans síggjast sum ein fyribils forsøgn. Hóast fyrilit eru tikin fyri geografiskum skeivleikum, so kunnu nógv »lokal« hol vera í kanningini. Tó verður mett við stórari vissu, at løgtingslimirnir hjá Tjóðveldi verða at finna millum tey, ið nevnd er í grafinum omanfyri.
Tølini verða gjøgnum valkvøldið útskift við upptaldum tølum, og sum valkvøldið líður, fer forsøgnin tí at gerast alsamt neyvari.
Greinskrivarar: Regin Reinert, hagfrøðingur, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur










