Tjóðveldi greiða støðu til samkynd hjúnalag

FLOKSTING: Tjóðveldi skal nú taka eina felags støðu til um samkynd hjúnaløg skulu verða loyvd ella ikki

Tjóðveldi skal nú taka eina greiða støðu til, um hjúnabandslógin skal dagførast, soleiðis at samkynd eisini kunnu giftast.
Tað varð samtykt á flokstinginum hjá Tjóðveldi um vikuskiftið.
Tað vóru tey bæði Tór Marni Weihe og Guðrun í Jákupsstovu úr Unga Tjóðveldi, sum reistu spurningin.
Tey vístu á, at fyri løgtingsvalið var hjúnabandslógin eitt heitt kjakevni og tá hevði Tjóðveldi eina greiða støðu til málið.
Og tann støðan var, at flokkurin vildi dagføra hjúnabandslógina, soleiðis, at tað ikki longur skal standa í henni, at hjúnabandið er ímillum mann og kvinnu, men at hjúnabandið er ímillum tvey fólk, uttan mun til kyn.
Tey vístu eisini á, at Tjóðveldi hevði boðað frá, at á næsta flokstingi skuldi støða takast til hetta málið, so at flokkurin hevur eina felags støðu til hjúnabandslógina, heldur enn at hvørt tingfólk tekur støðu eftir síni egnu sannføring, soleiðis sum tað er nú.
Og tey í Unga Tjóðveldi lótu borðið fanga og tískil reistu tey spurningin á flokstinginum í Fámjin um vikuskiftið.
Í hesum sambandi vildu tey hava flokstingið at samtykkja, at Tjóðveldi skal taka eina greiða støðu til hjúnabandslógina.
- Endamálið við at reisa málið á flokstinginum er at fáa flokkin at taka greiða støðu til, at hjúnabandslógin verður dagførd, so at hon ásetir, at hjúnabandið er ímillum tvey fólk ístaðin fyri ímillum mann og kvinnu, sum lógin nú ásetir, søgdu tey bæði, Tór Marni Weihe og Guðrun í Jákupsstovu.
Hin møguleikin er, at flokkurin er tekur ta støðu, at hjúnabandslógin skal ikki broytast.

Fingu sin vilja
Niðurstøðan á flokstinginum var, at Unga Tjóðveldi fingu tað, tey komu eftir, tí meirilutin tók undir við, at flokkurin skal taka støðu til málið.
Málið varð eisini beinleiðis tikið upp í yvirlýsingini frá flokstinginum.
Somuleiðis samtykti flokstingið at dagføra stevnumið floksins og avgjørt varð, at spurningurin um hjúnabandslógina skal takast upp í hesum sambandi við tí endamálið at fáa eina greiða orðing um hjúnabandslógina í stevnumiðini, so at formligi politikkurin hjá flokkinum er greiður á hesum øki.
Men tað vóru verri enn so øll, ið tóku undir við hesum. Summi hildu, at hetta er ikki ein spurningur, sum hoyrdi heima í einum politiskum flokki, tí í hesum máli skal hvør taka støðu eftir egnari sannføring.
Og onkur einstøk gjørdu eisini púra greitt, at tekur vil Tjóðveldi undir við at broyta hjúnabandslógina til frama fyri samkynd, meldaðu tey seg úr flokkinum í somu løtu.