Tjóðveldi: Gevist! Gevist ! Gevist!

- Tað er ein politiskur sjónleikur, ið verður spældur í løtuni. Endamálið er at vit skulu gerast bangin og undirbrotlig, segði Høgni Hoydal í formansfrágreiðing sínari. Á flokstinginum hjá Tjóðvledi vísti hann á, at hetta gagnar bert afturhaldinum. Út frá hesum hava Føroyar eina sjálvuppfyllandi profeti frá teimum, sum siga, at vit megna ikki at standa á egnum beinum.

- Tá teir koma í stjórn, prógva teir sítt egna uppáhald. Men verri er, at eisini aðrir grundleggjandi tættir í einum fólkaræði støðugt verða settir til viks uttan nakrar avleiðingar, vísti Høgni á.

Dømi um hetta er, at ólóglig meirnýtsla hevur verið blástemplað, eins og noktað verður fyri at kanna og staðfesta ábyrgdina. Øll eftirkanning av lógaruppskotum er sett úr gildi, tíðarfreistir brotnar, eins og upplýsingar verða afturhildnir fyri tinginum.

- Okkara hall í almennu kassunum kann ikki samanberast við fleiri av okkara grannalondum. Tí tey hava tilvitað sett almenn tiltøk í verk til tess at skapa virksemi og mótvirka niðurgongdini í privata virkseminum. Hallið er ikki íkomið av nøkrum serstøkum nýggjum íløgum ella virksemisskapandi tiltøkum. Tað er uttan nøkur tiltøk yvirhøvur, vísti Høgni Hoydal á.

Einasta tiltak, ið samgonguflokkarnar hava kunnað samst um higartil, er, at teir hava - sum hann tók til - nartlað, nippað, nappað og nulvað burturav nøkrum kontum á fíggjarlógini, ið bert raka nakrar av teimum sosialt veikastu bólkunum í samfelagnum.

- Til ABC-samgonguna havi eg tí bert trý orð at siga: Gevist! Gevist! Gevist! Lat okkum fáa eitt val, so nýggjar leiðir kunnu leggjast, segði formaðurin í Tjóðveldi, sum hevur floksting um vikuskiftið í Vestmanna.