Tjóðveldið fremst í Hoydølum

Studentaskúlanæmingar eru fyri tað mesta tjóðveldisfólk. Hetta kann staðfestast eftir veljarafundin, sum næmingaráðið í studentaskúlanum skipaði fyri

Tjóðveldisflokkurin vann stórt, tá næmingarnir í Hoydølum skipaðu fyri valfundi í samkomuhøllini í Hoydølum týsdagin 23. apríl. Næmingarnir skipaðu fyri veljarakanning áðrenn og aftaná fundin. Síðani vórðu úrslitini samanborin.
Heili 42,4 prosent av næmingunum søgdu seg stuðla Tjóðveldisflokkinum eftir veljarafundin. Kristina Háfoss, sum umboðaði Tjóðveldisflokkin, megnaði enntá at økja um sína undirtøku undir fundinum. Áðrenn fundin fekk tjóðveldið 39,5 prosent, og hetta talið øktist við smáum trimum prosentum.
Langt aftanfyri vóru fyrst Javnaðarflokkurin, síðani Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
Javnaðarflokkurin fekk eftir fundin 20,5 prosent. Hetta var góð fimm prosent eftir reyv, tí undan fundinum søgdu 25,7 prosent seg stuðla Kristiani Magnussen og hansara flokki.
Fólkaflokkurin, ið var umboðaður av Bjarna Djurholm, fekk undan fundinum 14,8 prosent. Aftaná fundin var stuðulin lopin uppá 17 prosent.
Magni Laksafoss, sum var umboð fyri Sambandsflokkin, fekk bara 11,6 prosent eftir fundin. Áðrenn høvdu 15,7 prosent stuðlað flokkin.
Miðflokkurin við Jónfinni Olsen tvífaldaði sína undirtøku frá 3,3 prosent til 6,7 prosent áðrenn og aftaná.
Úrtøkan hjá Sjálvstýrisflokkinum var heldur soltin. Bara 1,8 prosent søgdu seg stuðla tí gamla flokkinum. Áðrenn fundin fekk flokkurin 1 prosent.
Viðmerkjast skal, at ikki allir næmingarnir, ið luttóku í kanningini, hava valrætt. 210 fólk vórðu spurd áðrenn fundin, og 224 vórðu spurd eftir fundin.