Floksting
Tjóðveldisflokkurin hevur fingið nýggjan aðalstjórnarformann.
Tað varð er greitt, nú flokkurin hevur floksting í Sumba hetta vikuskiftið.
Eitt tað fyrsta á skránni á flokstinginum fríggjakvøldið, var at velja nevndir og tá boðaði formaðurin í aðalstjórnini, Jóannes Dalsgarð, frá, at hann tók ikki vil afturvali.
Hann helt ikki, at hann hevði neyðugu tíðina til at taka ein so virknan lut í floksarbeiðnum sum ein formaður eigur at gera.
Hann vísti á, at stórarbeiðið stendur fyri framman eftir at floksarbeiðið hevði verið nógv darvað av innanhýsis ósemjum seinastu tíðina.
Tí helt, at at tað var rættari at onkur annar kom framat.
Tvey uppskot vóru til aðalstjórnarformann: Hallur Ellingsgaard úr Oyndafirði og royndi politikarin, Heini O. Heinesen úr Kunoy
Tá ið atkvøtt varð, fekk Hallur Ellingsgaard 22 atkvøður ímóti 14 til Heina og sostatt er nýggi formaður í aðalstjórn tjóðveldisfloksins úr Oyndafirði.
Annars vóru ongar broytingar í leiðsluni og hini í starvsnevnd floksins eru Áki Jacobsen, peningarøkil, Áki Andreasen, skrivari, Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Heidi Petersen og Kristina Háfoss,
Hallur Ellingsgaard er 52 ára gamal. Hann er lærari í Oyndafirði.Hann hevur verið nevndarlimur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í 20 ár og formaður hesi bæði seinastu árini. Hann hevur eisini royndir úr bygdaráðnum í Oyndafirði, eisini sum formaður.
Veðrið argaði
Tjóðveldisflokkurin hevði gjørt nógv burturúr at gera flokstingið í Sumba hetta vikuskiftið so áhugavert og upplýsandi sum gjørligt.
Í tí sambandi var ætlanin, at bæði føroyskirr og aðrir norðurlendskir fyrilestrarhaldarar skuldu halda røðu um ymisk politisk og vinnulig viðurskifti.
Men tíverri vóru veðurgudarnir ikki við tjóðveldsfólki og tað førdi til at tveir av gestarøðarunum sluppu ikki fram.
Sostatt sluppu hvørki Kuupik Kleist, fólkatingslimur, úr grønlendska flokkinum IA, og Steingrímur J. Sigfússon, althingslimur og formaður í íslendska flokkinum.
Floglíkindi vóru ikki fríggjadagin og statt vendi flogfarið við teimum báðum í, aftur og teir fingu tí ikki møtt.