Tjóðveldi í Føroyum ynskir tjóðveldi í Skotlandi til lukku

Tjóðveldi hevur nú sent skotska tjóðveldisflokkinum skriv og ynskt teimum til lukku við søguliga valsigrinum í gjár. Skotski tjóðskaparflokkurin, SNP fekk heilar 69 av teimum 129 sessunum í skotska tinginum, Holyrood Assembly og hevur sostatt meirilutan einsamallur.

Undan valstríðnum lovaði floksformaðurin, Alex Salmond, at skipa fyri fólkaatkvøðu um at loysa Skotland frá Onglandi og tað skal verða innan fýra ár.

Og nú hevur Tjóðveldi ynskt skoska bróðurflokkinum til lukku við valsigrinum.

Skotland hevur stungið kósina út og leiðin er bjørt, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Hann staðfestir, at Skotland er okkara næsti granni og at politiska gongdin í Skotlandi hevur okkara allar størsta áhuga.

Høgni Hoydal vónar eisini, at Føroyar og Skotland kunnu styrkja politiska, handilsliga og mentanarliga samskifti sínamillum.

- Saman kunnu vit gera Skotland og Føroyar betri, sigur Høgni Hoydal, sum eisini vónar, at formaðurin í Scottish National Party, Alek Salmond, vil umhugsa at gera eina ferð til Føroyar.