Hesi orðini eigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður hjá Tjóðveldi. Og tey fullu eftir at løgtingið fríggjadagin gjørdi av, at ganga ímóti tilmælinum hjá umsitingini í Løgtinginum og formansskapinum um at burturvísa málið um at skipa ein privatan grunn at yvirtaka útreiðslurnar, sum landskassin higartil hevur havt av minstulønini.
Tað margháttliga við hesum er, at Tjóðveldi enn einaferð ikki fekk mannað lið. Í vár setti flokkurin fram misálit á løgmann, men tá atkvøðast skuldi, manglaðu tveir tingmenn hjá Tjóðveldinum.
Og fríggjadagin var sama skilið. Orsøkin er, at Sjúrður Skaale og Bjørt Samuelsen eru farin til New York at renna marathon. Tey hava ikki biðið sær frí frá tingararbeiðinum, so Páll á Reynatúgvu og Heidi Petersen kundu møta í teirra stað.
Løgið, at Sjúrður Skaale ger slíkt, tí hann hevur sjálvur víst á, hvussu órættvíst tað til dømis er, at løgtingsmenn eisini eru fólkatingsmenn. Kanska er orsøkin tann, at tingmanningin hjá Tjóðveldinum ikki orkar fyri Páll á Reynatúgvu...
Men seriøsur andstøðupolitikkur, tað er tað so í øllum førum ikki.