Tjóðveldisflokkurin fær flestar pengar úr Danmark í ár at reka sítt politiska virksemi fyri. Tað fær flokkurin, tí flokkurin á seinasta fókatingsvali gjørdist størsti flokkur í Føroyum.
Málið um danskan stuðul til føroysku flokkarnar er nú reist á tingi. Kári P. Højgaard hevur sett fram ein fyrispurning til ríkisumboðsmannin um, hvussu nógvar pengar føroysku flokkarnir hava fingið síðani 1998.
Á Rás2 í dag undraðist Kári P. Højgaard á, at flokkar, sum siga ríkisstuðulin vera skaðiligan fyri føroyska búskapin, kortini glaðbeintir taka ímóti "blokkstuðlinum" úr Danmark til flokspolitiska virksemi í Føroyum.
Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/vil-hava-greidi-a-donskum-studli-til-foeroyskar-flokkar/?L=0&cHash=d4c75ffa0d21ab89a6644ed556930b74Vil hava greiði á donskum stuðli til føroyskar flokkar
Enn eru roknskapirnir hjá flokkunum fyri 2015 ikki almannakunngjørdir. Men kaða vit í roknskapirnar fyri 2014, so síggja vit, at stuðulin til føroysku flokkarnar var soleiðis:
Sambandsflokkurin: 190.830 krónur
Javnaðarflokkurin: 129.960 krónur
Tjóðveldi: 121.850 krónur
Fólkaflokkurin: 118.050 krónur
Men hetta býtið er nú broytt eftir seinasta fólkatingsval, tá Tjóðveldi gjørdist størsti flokkur. Tí er hann nú tann flokkur, sum fær flestar pengar úr danska ríkiskassanum.
Atkvøðubýtið millum flokkarnar til seinasta fólkatingsval, sum var 18. juni í fjør:
Flokkur |
| % |
Tjóðveldi | 5.730 | 24,5 |
Javnaðarflokkurin | 5.666 | 24,3 |
Sambandsflokkurin | 5.500 | 23,5 |
Fólkaflokkurin | 4.368 | 18,7 |
Framsókn | 749 | 3,2 |
Miðflokkurin | 605 | 2,6 |
Sjálvstýrisflokkurin | 403 | 1,7 |
Uttanflokkalisti | 345 | 1,5 |
Leysliga mett eftir hesum tølum fær Tjóðveldi ár umleið 155.000 krónur um árið úr ríkiskassanum floksstuðul.
Tilsamans fingu føroysku flokkarnir í 2014 560.690 krónur. Um vit rokna hetta sum dagsvirði, so hava teir fýra stóru flokkarnir fingið umleið 10 milliónir krónur úr danska ríkiskassanum síðani 1998 – um hetta varð javnt býtt millum flokkarnar, so einar 2,5 milliónir í part.
Síðani 1998 hava teir fýra flokkarnir sitið so leingi á fólkatingi:
Sambandsflokkurin: 11 ár
Tjóðveldi: 10 ár
Javnaðarflokkurin: 9 ár
Fólkaflokkurin: 5 ár