Nú klokkan 11.00 verður farið undir nýggja tingsetu í danska fólkatinginum, og forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen skal halda setanartalu. Hesin dagurin verður vanliga mettur at vera hátíðarligur og markerar byrjanina til eitt nýtt politiskt ár í Danmark.
Annar av føroysku fólkatingsmonnunum verður ikki við til setanina av fólkatinginum í dag.
- Morgunin er hátíðarligur, tá fólkatingið kemur saman, og danski løgmaðurin heldur sína setanarrøðu. Eg var við í fjør, men í ár liggur ikki fyri, tí vit bæði Marna eru stødd í Reykjavík, her hon skal skurðviðgerast, skrivar Magni Arge á Facebook í morgun.
- Setanarrøðuna hoyri eg hiðani, og hósdagin eri eg aftur á Christiansborg til "åbningsdebat", sigur hann.
Magni Arge fer í farloyvi frá fólkatingum frá 18. oktober til 31. desember. Tá fer hann aftur í løgtingið, har hann eisini er valdur. Enn er ikki greitt, hvør skal avloysa Magna Arge í Fólkatinginum.