Tjóðveldi: EIN vegur úr bølaniðuni

- Vit hava góðar møguleikar at venda búskaparkreppuni og kreppuni í tilfeingisvinnuni, sum er skapt av politiskum skeivum avgerðum. Men so er neyðugt at vit sleppa framat! Hetta sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum hevur floksting í Vestmanna um vikuskifti.

Boðskapurin var ikki til at misskilja: - Tað er bølaniða í landsins stjórn, men tað kann gerast morgun í Føroyum.

Nógvar frælsiskreftir og skapandi kreftir eru í landinum og sum ein margbroytiligur heimur letur upp ræsur fyri. Hetta krevur, at flokkurin tekur ábyrgd uppá seg.

- Veruligar broytingar í einum samfelag kunnu henda, tá bæði innanhýsis trýst og uttanhýsis umstøður virka saman við kravi um atgerð og umstilling. Tá standa vit í einum sonevndum ?søguligum gloppi?, har tað er sera avgerandi, um vit megna at taka røttu avgerðirnar, segði tjóðveldisformaðurin.

Við støði í kenda sanginum ?Morgun? hjá vestmenninginum, Martini Joensen vísti Høgni hoydal á, at tað er morgun í Føroyum, tí tað nú lýsir fyri einum politiskum vaktarskifti og einum politiskum siðaskifti.

Samstundis er tað niðurfaringartíð hjá tí gamla heimastýrisliga valdspolitikkinum hjá einstaklingum og flokkum, sum bara vendir inneftir og sum aftur og aftur leiðir okkum út í kreppur, forðar fyri broytingum og druknar í ábyrgdarundanstøkking og nalvaskoðan.

- Leingi hevur verið songartíð hjá sitandi samgongu, og alt bendir tíverri á, at um so allir heimsins hanar gala, so fæst hon ikki upp ella út í vindin, segði Høgni Hoydal, og hann legði aftrat:

- Okkara størsta avbjóðing er, at vit ikki fara til songar saman við teimum ella draga somu gardinur fyri okkara gluggar, sum politiska leiðsluloysi elvir til.