Tjóðveldið eigur størsta útreiðsluvøkstur í Føroya søgu

Erling Simonsen, Miðvágur

 

Høgni Hoydal: 335 milliónir størsti útrei›sluvøkstur í Føroya søgu!

 

23. september 2007 sigur Høgni Hoydal, at 335 milliónir er størsti útreiðsluvøkstur nakrantí í Føroya søgu. Hetta er ikki rætt. Størsti einstaki vøksturin var í 2001/2002, tá átti Tjóðveldið fíggjarmálaráðharran, tá vaks fíggjarlógin við 361 milliónum krónum.

Eisini skal eg upplýsa Høgna Hoydal um, at tykkara samgonga 1998/2003 vaks fíggjarlógina frá 2428 milliónum til 3454 milliónir, hetta er ein vøkstur uppá 1026 mill. ella 42,2% , tað vil eg halda er verðins-rekord!

So harra hoydal, tá tú sleingir um teg við tølum, so lat eitt sindur av skili vera í, ikki sannheit?