Javnstøða skal verða eitt krav til alla umboðan í flokkinum, floksstjórnini, ráðum og landsstýrinum. Hetta verður eitt av evnunum um vikuskiftið, tá ið Tjóðveldi heldur floksting. Og størsti flokkur í landinum hevur sett týdningarmikil mál og broytingar á skránna.
Flokstingið skal samtykkja nýggjar lógir fyri Tjóðveldi, har millum annað er skotið upp, at javnstøða er eitt krav til alla umboðan, sum flokkurin velur í nevndum, floksstjórn, ráðum og landsstýri. Verður hetta samtykt, er talan um eitt nýbrot í føroyskum politikki.
Tjóðveldi hevur sett burðardygd sum fremsta evnið á flokstinginum - við serligum denti á ein veruligan fiskivinnureform. Tingbólkurin hevur lagt uppskotið um tilfeingisbúð fyri flokstingið at taka støðu til, har biðið verður um undirtøku fyri meginreglunum um burðardygga veiði og at tað almenna bjóðar fiskirættindi út.
Og harafturat verður búskaparpolitiska støðan og boðini hjá Tjóðveldi um at fáa skil á búskapin og skapa ein sjálvberandi búskap, eitt høvuðsevni.
Í formansfrágreiðingini fer formaður floksins at gera politisku støðuna upp og leggja fram ætlanir og visjónir Tjóðveldis fyri neyðugu broytingunum í føroyskum stjórnmálum.
Á flokstinginum taka eisini umboð fyri samstarvsflokkarnar hjá Tjóðveldi í Íslandi og Grønlandi ? Vinstri-grønu og Inuit Atagatigiit ? lut.
Flokstingið hjá Tjóðveldi 2010 verður í ár hildið á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, fríggjadagin 19. og leygardagin 20. mars.










