Tjóvarnir vórðu leyslatnir

Tey bæði ungu fólkini, sum eru skuldsett fyri at hava brotið inn í Inn á Grønlandsvegnum í Havn, vórðu leyslatin aftur.

 

Talan var um, at tey skuldu grundlógaravhoyrast og møguliga varðhaldsfongslast, men vakthavandi sigur, at tey at enda ikki vóru framstillað fyri rættin.

 

Tað var í gjáramorgunin, at annar teirra ringdi til løgregluna og boðaði frá, at viðkomandi hevði brotið inn í Inn á Grønlandsvegnum og stolið nakrar hundrað sigarettir og nakrar túsund krónur.

 

Løgreglan kom tó eftir, at viðkomandi neyvan var einsamallur um innbrotið og handtók tí seinni ein persón afturat.

 

Málið verður kannað víðari og latið ákæruvaldinum. Tey ungu hoyra aftur frá løgregluni, um tað endar við einum rættarmálið.