Tjóvar vístir av landinum

Tríggir russiskir sjómenn eru vístir úr Føroyum, eftir at teir vórðu tiknir fyri stuldur. Menninir vórðu tiknir mikudagin, og teir hava millum annað tikið fartelefonir og klæðir, sigur Útvarpið. Í gjárkvøldið fingu teir at vita, at teir eru vístir úr Føroyum og skulu ikki koma aftur higar tey fyrstu trý árini.

Tveir av monnunum eru 23 ára gamlir, og ein er 29 ár. Teir sótu í geglinum í nátt, og eru í morgun sendir til Kirkenes í Norðurnoreg við einum leiguflogfari, sum fer við russiskum sjómonnum.

Menninir vóru við einum russiskum skipi, sum hevur ligið á Kollafirði. Skiparin vildi ikki hava menninar umborð aftur, og skipið er farið.