Tjóvar ætlaðu at stjala frá Whitney Houston

Stutt eftir, at Whitney Houstom varð jarðað á Fairview Cemetery-kirkjugarðinum í New Jersey, bað familjan hjá deyðu poppstjørnuni um tryggingarfólk at verja grøvuni hjá amerikansku songkvinnunni.

 

Hetta var tí, at familjan hjá Houston hoyrdi søgur um, at nakrir tjóvar løgdu ætlanir um at stjala virðismiklar smúkkur (?), sum hon varð jarðað saman við. M.a. nakrir diamantoyraringar. Alt tað, sum Houston hevði við sær í grøvuni, skuldi verið vert ikki minni enn 2,75 milliónir krónur.

 

Nú er allur kirkjugarðurin stongdur, so eiheldur fjepparar hjá Whitney Houston fáa møguleika at síggja grøv hennara.

 

Familjan vónar, at í framtíðini kann kistan stoypast í sement, so at tjóvar og sinnisveikir fjepparar ikki fáa gjørt seg inn á líkið hjá Whitney Houston.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð