Tjóvar stjala á sponskum sjúkrahúsum

Eingi mørk eru fyri frekleikan hjá tjóvum í Spania

Í Spania eru tey ørg og forharmað um, at tjóvar gera alt meira um seg á sjúkrahúsum, har virðislutir hjá sjúklingum javnan verða stolnir.

Tað skrivar blaðið El País.

Á sjúkrahúsum í høvuðsstaðarøkinum verður sjúklingar nú ávaraðir um, at teir ikki skulu hava virðislutir liggjandi frammi á sjúkrahúsinum, tí sjúkrahúsini klára heilt einfalt ikki at forða fyri, at virðislutirnir verða stolnir. 

El País skrivar, at tjóvar halda sjúklingar og teirra familjur verða løtt offur, tí tey eru í fremmandum umhvørvi, tey eru undir trýsti, og tey eru løtt at órógva. Tí er lætt at stjala frá teimum. 

Á Fundación Jiménez Díaz siga tey, at tjóvar eru komnir inn á sjúkrahúsið, tí teir hava spælt sjúkir, men einasta endamálið hjá teimum hevur síðani verið at stjala frá øðrum sjúklingum, sum kunnu vera illa fyri, doyvdir ella sova. 

Løgreglan í Madrid sigur seg ikki hava neyv tøl fyri, hvussu umfatandi stuldurin á sjúkrahúsum er, men tey eru tilvitað um, at alt meira skipaður stuldur fer fram á sjúkrahúsum.