Seinasta døgnið hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir frá bátaeigarum í Vágsbotni, um at óynskt vitjan hevur verið umborð.
Fyrsta fráboðanin kom í gjárkvøldið, tá ein maður ringdi, tí hann varnaðist at onkur hevði roynt at brotið inn í stýrihúsið.
- Handtakið var brotið, og listin í hurðini var boygdur, men eigarin metti ikki, at nakað var stolið. Eingir lutir vóru heldur umborð, ið høvdu nakað serligt virði, sigur vakthavandi.
Næsta fráboðanin kom í morgun, tá ein annar bátaeigari boðaði frá, at onkur hevði brotið hurðina upp til stýrihúsið, og róta í skuffunum. Men heldur ikki har, var nakað serligt av virði, ið tjóvurin kundi stjala.
Vakthavandi upplýsir, at seinna innbrotið er hent einaferð millum mánakvøldið og mikumorgun.
- Um nakar kennir til innbrotini ella meta, at tey hava sæð nakað illgrunasamt í hesum tíðarskeiði, so eru tey vælkomin at ringja til løgregluna, sigur vakthavandi.