Góði Jóannes Eidesgaard.
Vit mugu tosa saman sum vaksnir menn. Ta_ er óvirðiligt at gera týdningarmiklar spurningar til persónlig álop og at gykla fólki nakað fyri, sum er beinleiðis skeivt.
Hetta málið um viðurkenning føroyinga sum tjóð, snýr seg ikki um okkum báðar. Vit eru bert tveir av uml. 45.000 føroyingum, sum skulu velja okkara støðu frameftir. Men vit hava eina ábyrgd sum politikarar ? at tala satt og at tala greitt. Og at gera vart við skeivleikar, sum máa burturav rættindunum hjá okkum øllum.
Tað gleðir meg, at tú so avgjørdur vísir á okkara samleika sum tjóð. Hetta er jú tað, sum vit øll kenna og taka fram á okkara hátíðardøgum. Men hvussu ber tað so til, at vit ikki vilja verja tey rættindi, sum hesin samleiki gevur? Og hvussu ber tað so til, at tú stuðlar, tá máað verður burturav okkara rættindum?
Hetta er sera álvarsligt, og tú førir so nógvar skeivleikar fram, at eg kenni meg noyddan at rætta teir.
1. Samleiki og rættindir er ikki tað sama
At vit tosa føroyskt og syngja føroyskar sangir merkir ikki, at vit eru viðurkend sum serstøk tjóð í altjóðarætti. Annað snýr seg um okkara mentanarliga samleika. Hitt snýr seg um okkara fólkarættarligu støðu í heiminum.
Tað er harmiligt, at tú ikki kennir mun á hesum báðum.
2. Eru ikki viðurkend sum tjóð
Tað er eisini beinleiðis ósatt, tá tú sigur, at Heimastýrislógin viðurkenir okkum sum tjóð. Hetta setndur í eini føroyskari umseting, men vit eru als ikki viðurkend sum tjóð av donskum myndugleikum og tískil heldur ikki í altjóða fólkarætti.
Tað varð staðfest, tá okkara mál ikki varð viðurkent sum tjóðarmál, men lýst sum minnilutamál. Og ein føroyingur er sambært heimastýrislógini ein dani, sum býr í Føroyum.
Vit kunnu tíverri ikki fara við Føroya fólks sangbók til altjóða stovnar og halda okkum fáa rættindir.
3. Hava rættindi, um vit vilja
Tú sigur enntá, at Heimastýrislógin forðar okkum í at venda okkum til altjóða stovnar. Tú samanber tað við at koyra yvir reytt. Hetta er beinleiðis skeivt. Vit hava fullan rætt at gera hetta, um vit ynskja viðurkenning sum tjóð. Ta_ varð júst tað, sum Gudmundur Alfredsson staðfesti í sínum uppriti.
Um tú noktar fyri hesum, so hevur tú samstundis góðtikið, at vit eru ikki til sum tjóð. Og tað var hetta, sum eg helt tú átti at endurskoða og umbera fyri føroyingum.
4. Landsstýrið hevur hildið allar siðvenjur
Tað er heldur ikki beint at Landsstýrið arbeiðir fyri at lima Føroya inn í NATO ella Partnership for Peace uttanum løgtingið. Vit royna bara at kanna, hvørjar verjupolitiskar møguleikar einar sjálvstøðugar Føroyar hava.
Føroyingar hava ongantíð fingið innlit í hetta. At danska stjórnin eisini ber føroyingum rangar upplýsingar um hetta, ger tað enn meira umráðandi at vit royna at kanna tað sjálvim, so Føroya fólk kann taka støðu.
5. Heimastýrislógin framum altjóða rætt?
Tí sigur, at Heimastýrislógin, sum er ein donsk fólkatingslóg, forðar okkum í at úttinna okkara sjálvsavgerðarrætt sum tjóð. Harvið sigur tú, at Heimastýrislógin er á hægri stigi enn altjóða fólkarættur. Hetta er sera, sera álvarsligt. Tí so hava vit als ongi rættindi sum tjóð.
Greið støða
Tú sigur, at tú stendur við hvørt orð tú hevur sagt í teimum málum, eg umrøddi. Eg fegnist um, at tú ert so greiður. Tað er gott at vita, hvar tú stendur:
? Tú er samdur við og sigur tað vera rætt, at danska stjórnin gevur ST villleiðandi upplýsingar og sigur, at føroyska tjóðin ongi rættindi hevur í altjóða høpi.
? Tú er samdur við og sigur tað vera rætt, tá danska stjórnin gevur føroyingum villeiðandi upplýsingar um okkara møguleikar fyri sjálvstøðugum verjupolitikki.
? Tú er samdur við og heldur tað vera í lagi, at danska stjórnin noktar at senda eitt bræv frá løgmanni víðari til aðalskrivaran í NATO.
? Er samdur við og stuðlar donsku stjórnini tá hon setir bæ_i Føroya Landsstýri og Uttanlandsnevnd løgtingsins til viks, og í altjóða høpi noktar at lýsa føroyskt sum tjóðarmál føroyinga.
Hetta síðsta er serliga áhugavert tá havt verður í huga, at eisini tú stuðlaði hesum kravi í Uttanlandsnevnd Løgtingsins.
Eg trúði, at talan var um eitt mistak og at hetta kundi ikki vera títt tjóðskparliga grundarlag. Tí helt eg tað sømdi seg við eini umbering.
Men nú er so greitt, at tú veruliga meinar ta_. At vit bara skulu spæla eina tjóð her heima í veitslum óg á hátíðardøgum, men at vit onga viðurkenning og ongi rættindi skulu hava.
Tað er harmiligt, men so er tað greitt.