Tjóð teirra útvaldu?

Nýggja ættarliðið av tjóðveldisfólki kunngjørdi í vikuni teirra boð uppá, hvussu Føroyar skal skipast sum republikk. Ikki kann sigast annað enn, at lesnaðurin er ræðandi.

Boðskapurin er greiður- vegurin til republikkina Føroyar skal m.a. grundast við blóði. Sum so er ikki nakað løgið við tí. Heimssøgan er á tremur við hetjum, ið hava latið lív fyri at fólk kunnu gerast fræls, men tað er ikki blóð martýranna, ið ungu tjóðveldisfólkini ætla at byggja republikk teirra á, men blóð teirra óseku, fostrini í móðurlívinum.

Sanniliga er tað ein skelkandi lesnaður, hendan fyrsta almenna útmeldingin hjá nýggju nevndini í UT. Eitt ynski um at skerja tann grundleggjandi rættin til lív. Við einari avoldaðari frasu um rættin hjá kvinnuni at ráða yvir egna likami, skjýtur UT upp, at núverandi lóggáva skal býtast við fría fosturtøku. Rætturin til lív skal víkja fyri rættinum at ráða yvir egnum likami – tað vil siga, um tú av fyrstan tíð var so heppin at sleppa at liva.

Lat tað verða greitt, at núverandi fosturtøkulóg er ein stór skomm – hon tænir hvørki kvinnuni, barninum ella læknanum. Ongin kann tó við vissu siga, hóast UT ger eina roynd, hvat lógin í veruleikanum heimilar.

Men skommin er Løgtingsins. Móðurflokkur okkara – Miðflokkurin – hevur ferð eftir ferð reist spurningin um hesa ótíðarhóskandi lóggávu á tingi, men tingfólk flest ræðast at viðgera evnið, alt meðan avleiðingarnar taka dik á seg. Tað er alneyðugt, at Føroya Løgting tekur støðu til hendan spurning. Tað er uppgávan hjá okkara fólkavaldu at beina burtur allar trupulleikar, m.a. sosialar og fíggjarligar, ið kunna elva til fosturtøku. Onki barn skal verða noktað rættin til lív í hesum ríka landi orsaka av, at vit sum samfelag skjóta okkum undir ikki at hava ráð at lata barnið liva.

Rætturin til lív má virðast, og eru vit í UfM sera takksom fyri tað arbeiðið, sum Pro-Vita ger. Við teirra arbeiði leggur Pro-Vita rødd til tey, ið vit aldrin hoyra málið á. Tí gerst tað heilt margháttligt, tá UT ynskir at skerja talufrælsið hjá júst hesum felagsskapi. Tað er hvørki upp til UfM, UT ella Løgtingið at avgera, hvat liggur í bíðirúmum runt landi. Talufrælsið er í gildi í Føroyum, fyri at tryggja, at øll verða hoyrd, eisini rødd teirra óføddu.

Eftir er bert at undrast á hesa framtíðar avskeplaðu republikk, ið unga tjóðveldisættarliðið ynskir at skipa. Eina republikk, har bæði rætturin til lív og talufrælsið verða skerd. Ein ræðandi mynd hómast av einum komandi forboðssamfelag, har bert tey fáu útvaldu sleppa at liva.