Tjóðskaparligar Semjur

Fámjinskjalið bleiv undirritað í vikuni og leggur tað upp til, at Føroyar fáa vitan um og ávirkan á Ríkisins uttanríkispolitik. Løgmaður nevndi, at hetta var endin á einum tíðarskeiði, har føroyingar ikki vistu hvørjar avgerðir vóru tiknar, og nú verða føroyingar tiknir uppá ráð í viðurskiftum sum viðvíkja Føroyum ella hava við Føroyar at gera. Løg-maður kallar hetta byrjanina til eitt nýtt tíðarskeið, meðan andstøðuleiðarin Høgni Hoydal kallar hetta ein sjónleik. Men hevur semjan nakað uppá seg, og í hvørjum høpi eiga vit at síggja hana

Bogi Eliasen
cand.scient.pol
????
Semjan er fylgd av einum fylgisskjali og einari fyrisitingarligari samstarvsavtalu millum danska Uttanríkisráðið og Løgmansskrivstovuna, ið greinar samstarvið nærri.
Yvirlýsingin sjálv hevur í stóran mun sama orðaljóð sum Itilleq yvirlýsingin millum Grønland og Danmark. Fýra tey fyrstu punktini eru einsljóðandi, og innihalda tey í føroysk - donsku útgávuni orðingar um, at Føroyar skulu verða við í viðgerðini av, og skal hava ávirkan á uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti, sum viðvíkja Føroyum. At talan skal verða um veruligt javnbjóðis samstarv, at Føroyar verða við í altjóða samráðingum, sum hava serliga áhuga í Føroyum fyri at tryggja, at Føroyar fáa føroysk sjónarmið og áhugamál fram. At Føroyar samundirritar altjóða sáttmálar saman við Danmark í ávísum førum. Í Fámjin yvirlýs-ingini er harafturat nevnt, at Føroyar, um felagsskapirnir loyva tí, kunnu gerast atlimir í altjóða felagsskapum í málsøkjum, sum Føroyar hava yvirtikið.
Grønlenskur frymil
Grønlenska Itilleq avtalan vísir her til arbeiði í grønlensku sjálvstýrisnevndini. Sagt verður at yvirlýsingin skal verða galdandi til sjálvstýrissamráðingarnar eru lidnar. Talan er sostatt um eina fyribilssemju, sum ikki leggur mørk fyri samráðingunum um sjálvstýri. Harafturat verður í innganginum víst til samráðingarnar við USA í sambandi vid Thuleradarin og rakettverjuskip-anina. Men eins og í føroyska innganginum, verður hædd eisini tikin fyri donsku grundlógini. Grønlenska avtalan stendur einsamøll, har eru eingi tilknýtt skjøl og fyrisitingarliga semjan er fyri kortum samrádd uppá pláss, men ikki undirritað.
Fylgiskjalið
Í fylgiskjalinum til Fámjinsskjalið stendur, at uttanríkismálaráðharrin skal, tá hann ger frágreiðingar ella sendir skjøl til Uttan-ríkispolitisku nevndina hjá Fólkatinginum um uttanríkis- ella trygdarpolitisk viðurskifti, sum hava serligan týdning fyri Føroyar, skal hetta eisini sendast Føroya Løgmanni, sum í trúnaði kann kunna Løgtingsins Uttanlandsnevnd. Tá upplýsingar skulu latast altjóða felags-skapum, so skulu Føroyar verða við til at svara, og verða við í sendinevndum. At Uttanríkismálaráð-harrin og Løgmaður hittast einaferð árliga fyri at tryggja gott samstarv, og fyri at Uttanríkismálaráðharrin skal kunnað um uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti.
Harafturat verður arbeiðssetningurin hjá fasta embætismannabólkinum víðkaður til eisini at fevna um uttanríkispolitisk- og trygdarviðurskifti.
Fyrisitingarliga samstarvsavtalan
Fyrisitingarliga avtalan stovnsetir eina norðatlantiska skrivstovu, sum kann kallast eitt fyrisitingarligt Ríkisráð. Lagt verður í hvussu so er upp til at taka Føroyar meira við í danska uttanríkispolitikkin. Ítøkiliga stendur um hvussu føroyingar kunnu brúka umboðsstovur innanfyri danska kervi uttan í heimi, og gerst hetta helst lættari í framtíðini við samstarvsavtaluni. Avtala er at hava felagsútbúgvingar, og umskiftisskipan fyri starvsfólk. Eisini verður eitt felags forum ella felagsnevnd sett, sum skal hittast árliga.
Heimildarlógin
Í eini notu stendur, at lógin viðvíkjandi uttanríkisheimild ikki er undirritað, og at uttanríkisheimild og yvirlýsingin skulu verða í tráð við hvørja aðra. Soleiðis skilt, at neyðugt er at koma til eina semju við arbeiðnum um heimildarlógina, og hetta kann gerast alt annað enn lætt, tá Danmark valdi at taka møguleikan og fyrst leggja tí grønlensku fyri Fólkatingið, hóast semja ikki var fingin við Føroyar. Talan kann tí gerast um sera torførar og harðar samráðingar, tí annar parturin má bakka og fer at standa sum tapari onkursvegna. Yvirlýsingin skal kanska síggjast sum ein leikur í hesum spæli.
Vitannarmúrurin fallin
Í 2005, stívliga 15 ár aftaná at Berlinmúrurin fall og kalda kríggið endaði, fáa vit sum van-ligt meta okkum sum ein part av frælsa vesturheiminum, eina skipan sum gevur okkum innlit í viðurskiftum um okkum sjálvi. Sjálvsagt frálíkt, men hetta sigur nógv um hvussu afturútsigld vit eru. Allir flokkar eru samdir um at vit eru ein tjóð, men ikki fyrr enn í tí harrans ári 2005 hava vit megnað at fingið skipaði viðurskifti um innlit í egin viðurskifti. Gott at tað er komið, men skomm at tað ikki hendir fyrr enn nú. Bæði ein skomm fyri Danmark, men eisini skomm okkara, at vit ikki hava megnað at samstarva so frægt, og at vit sum savnað tjóð ikki hava kravt hetta fyri nógvum árum síðani. Men fáa vit so nógv. Í fylgiskjalinum stendur, at tað innlit vit fáa, er bert tað innlit Uttan-ríkismálaráðharrin metir hava so stóran týdning, at kunnast skal um tað, og bert um viðurskifti Uttanríkismálaráðharrin metir hava serligan týdning fyri føroysk viðurskifti. Soleiðis stendur tað donsku umsitingini og Uttanríkismálaráðharanum í boði at tulka hetta meira ella minni vítt, og har kunnu vit bert vóna, at tað verður gjørt samvitskufult.
Fær Merkið nakað nýtt í Fámjin?
Ein partur av avtaluni hevur einki nýtt við sær í mun til heimastýrislógina. Avtalan er í høvuðsheitinum tann sama, sum Grønland undirritaði vid Danmark í 2003. Í tí føroysku verður tó staðfest, at føroyingar kunnu fáa atlimaskap í felagsskapum sum virka á økjum, Føroyar hevur yvirtikið sum málsøki. Uttanríkispolitiskt innlit er eitt framstig, sum eisini fer at krevja nakað av okkara politikarum. Her mugu vit bert minnast til, at møguleikarnir gera einki eina. Tað krevur arbeiði og ábyrgd at taka hesa uppgávu í álvara, og tað krevur at flokkarnir samstarva um eina fasta og ikki vingluta uttanríkispolitiska kós, um nøkur virðing skal verða fyri føroyingum. Bæði har sum vit verða partar av danska uttanríkispolitikkinum, og har vit standa á egnum beinum. Tað nýggja kann koma av fyrisitingarligu samstarvsavtaluni, um at veruligt samstarv nú verður. Men vit mugu ikki halda at vit fáa óavmarkaða ávirkan við hesum. Talan er framvegis um, at vit verða hoyrd, har Danmark eisini hevur áhugamál, og at vit sleppa at hava egna støðu, har Danmark ikki hevur áhugamál.
Javnsettir partar
Tað er gott at partarnir við hesum verða javnsettir, men spurningurin er bara hvussu. Danmark fer ongantíð at býta valdið á uttanríkispolitikkinum í trý, soleiðis at Føroyar, Danmark og Grønland verða javnmett lond í ríkifelagsskapinum. Í Danmark búgva umleið 98% av íbúgvunum í Kongaríkinum. Tí er brennandi spurningurin um hetta er meira enn føgur orð, og er helst bert galdandi har føroysk seráhugamál eru.
ES spurningurin
Danski Uttanríkismálaráðharrin handaði eisini Løgmanni eina frágreiðing um rættarligu avleiðingarnar, um so er at Danmark setur ES grundlógina í gildi. Frágreiðingin vísir á, at hetta ikki hevur nakra rættarliga ávirkan, heldur ikki um Danmark tekur tey fýra fyrivarnini av. Men hetta er sjálvsagt. Føroyar er jú ikki partur av ES. Tað áhugaverda eru politisku avleiðingarnar av at Danmark letur ES meiri vald, og hvussu mannagongdirnar skulu gerast viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi, tá hetta hendir á økjum sum ikki eru yvirtikin. Kanningin staðfestir eisini, at talan verður um politiskar avleiðingar, sjálvt um spurningurin ikki er viðgjørdur.
Fámjinsskjalið skal helst eisini síggjast í hesum umstøðum. Tað er eyðsæð, at tað hevur broytingar við sær millum Føroyar og Danmark, um Danmark samansjóðar seg meira í ES samstarv-ið. Danmark kann heldur ikki einsæris seta altjóða sáttmálar í gildi fyri Føroyar á yvirtiknum málsøkjum, og av at Danmark fer longri inn í ES, er vandi fyri at gloppið millum Føroyar og Danmark gerst ov vítt, serliga tí ein partur av uttanríkispolitikkinum verður samskipaður í ES. Her er neyðugt at finna loysn fyri Føroyar, og er Fámjinsskjalið helst ein partur í hesum.
Samanumtikið
Fámjinskjalið er einki slóðbrótandi í sjálvum sær. Tó verður her positivt sagt at Danmark vil stuðla føroyskum ynskjum um at limaskap í altjóða felagsskapum, sum eru um málsøkir vit hava yvirtikið. Hetta er fyri Føroyar ein møguleiki sum politiska skipaninan vónandi fer at taka í størsta álvara. Ein stórur partur av vitan og vitannarumskifti fer í dag fram í altjóða felagsskapum, og her er neyðugt at verða við, fyri ikki at gerast eftirbátur í alheimsgerðini. Tó átti at verið farið víðari, soleiðis at Føroyar eisini hava møguleikan at gerast fullgyldugur limur. Men tað kravið kann eisini koma í heimildarlógina, okkurt skal jú standa í henni. Hitt er, at Danmark í fylgiskjalinum vísir á, at Føroyar skal verða við í tilgongdini tá Danmark letur upplýsingar um mannarættindi til altjóða felagsskapir, og at Føroyar skal verða við í sendinevndum, tá evnið er fyri um føroysk málsøkir. Hetta er helst fyri at tryggja, at Danmark ikki fer at lata stovnum, sum t.d. ST skeivar upplýsingar um føroysk viðurskifti.
Sigast kann, at vit her hava eina yvirlýsing um at Føroyar fáa innlit í egin uttanríkispolitisk viðurskifti, og avmarkaða men staðfesta atgongd og ávirkan, at Føroyar kann undirritað saman við Danmark altjóða sáttmálar og Føroyar fáa danskan stuðul til at gerast atlimir í altjóða felagsskapum. Hetta seinasta kann verða umráðandi, tí krøvini altjóða felagsskapir vanliga seta ikki-fullveldislondum er, at politiskur vilji skal verða fyri tí í felagsskapinum, at umsøkjarin hevur málsræði á økinum felagsskapurin arbeiðir við, og at metropolstaturin stuðlar tí.
Tá hugt verður eftir Fámjinsskjalinum, spøkir alt spælið viðvíkjandi uttanríkispoltisku heimildunum aftur, og enn er langt á mál. Sum sagt, fyrisitingarligar mannagongdir eru nú skjalfestar, skjalfest er danskt lyfti um at Føroyar skal verða javnbjóðis partur í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum har Føroyar og Danmark í felag eru partur. At vit sleppa at boða frá um egin mannarættindaviðurskiftir, og at vit sleppa upp í part sum atlimir í altjóða felagsskapir. Hetta eru framstig. Framstig sum kanska áttu at verið, men ikki eru nádd undir heimastýrislógini eina. Men einki úrslit kemur burturúr hesum, um vit ikki arbeiða fyri at brúka møguleikarnar og krevja okkara rætt. Fleiri høvdu á máli um uttanríkispolitisku heimildirnar, at tað ikki var borðbart, og tað er púra rætt. Men fæst eingin semja um eina betri loysn, standa vit í stað og tað einasta vit hava at samráðastvið er ein breið semja, og hon skal finnast. Fámjinsskjalið er eitt lítið stig fram eftir, men einki fæst burtur-úr, um vit ikki á politiska vígvøllinum fáa eina tjóðskaparliga semju, um hvat vit vilja uttanríkis-og trygdarpolitiskt.