Tjóðskaparkreftirnar vinna fram á Balkan

Í Kroatia hava teir tjóðskaparsinnaðu vunnið valdið, og eygleiðarar vænta, at tað sama kann henda í Serbia og Montenegro, tá val verður har tann 28. desember

Sosialdemokratarnir, sum hava havt valdið í Kroatia, vóru fyri einum lemjandi ósigri á tjóðartingsvalinum sunnudagin. Tann stóri vinnarin var tann tjóðskaparsinnaði flokkurin HDZ, sum saman við trimum smáum konservativum flokkum hevur fingið meiriluta í tjóðartinginum.

Nógvir eygleiðarar á Balkan siga, at valúrslitið í Kroatia er hugvekjandi, tí tað vísir, at tær víðgongdu tjóðskaparsinnaðu kreftirnar har aftur standa í fullum blóma, og at úrslitið helst verður tað sama í Serbia og Montenegro, tá tjóðartingsval verður har tann 28. desember.

HDZ er sami flokkur, sum fyrrverandi kroatiski leiðarin, Franjo Tudjman, stóð á odda fyri, til hann doyði í november í 1998. Stjórnin hjá Tudjman var fyri hvøssum atfinningum, tí hon legði lítið í mannarættindi, og tí hon sýtti fyri at samstarva við krígsbrotsmannadómstólin í Haag. Nú bera nógvir kroatar ótta fyri, at tann komandi stjórnin hjá HDZ fer at venda aftur til ta gomlu kósina, skrivar norski tíðindamaðurin Jan Gunnar Furuky úr Zagreb.

Tann fráfarandi sosialdemokratiska stjórnin hevur arbeitt fyri at fáa Kroatia upp í ES, men eygleiðarar halda, at valúrslitið sunnudagin fer at gera tað truplari hjá landinum at fáa limaskap í Evropasamveldinum.