Eftir ætlan fara tjørnuvíkingar út á Stakkin í dag, leygardag. Teir møtast niðri á Grund, og síðani gongur leiðin út á Stakkin at taka seyðin, ið har gongur. Fyrst verður boðið vælkomið, og síðani verður sungið áðrenn farið verður til gongu.
Nógv eru, ið fara av húsi fyri at uppliva henda túrin, og eisini er stórur áhugi millum avbygdafólk at vera við á ferðini.
Vanliga verður farið til gongu klokkan 8 á morgni, og komið verður aftur umleið klokkan 13.
Í ar veru 14 seyðir at taka. Sjey lomb, seks ær og ein veðrur. Fýra lomb verða flett við tí í hyggju at selja tey í stykkjum. Vanliga er kiloprísurin fyri hesi lomb ógvuliga góður.
Eisini verða nakrir lundar seldir á uppboðssølu, og plaga eisini teir at hvaa sera góðan prís. Vanliga verður uppboðssølan hildin klokkan 18.
Peningurin, ið inn kemur, fer til viðlíkahald av Stakkilinum.
Dagurin endar við dansi í bygdarhúsinum, har Cocktail spæla til dans.










