Tað verður Tjørnunes, sum fer at røkja siglingina til Fugloy og Svínoy í dag, sigur Heri Norðberg, trygdarsamskipari hjá Strandferðsluni.
Einki sjóvegis samband hevur verið millum Hvannasund og tær báðar norðastu útoyggjarnar, síðani Ritan tók í leygarmorgunin.
Upprunaliga ætlanin var, at Súlan skuldi byrja at sigla í dag, men tá Súlan var leys av Sandoynni á veg norðureftir, fekk hon motorstopp.
Heri Norðberg sigur, at teir fingu gongd á aftur, men hildu tað ikki vera ráðiligt, at fara í ferðafólkasigling, uttan at motorurin fekk eitt eftirlit.
Súlan er tí nú farin inn á Havnina, og í staðin hevur Strandferðslan leigað Tjørnunes frá Klaksvíkar Sleipistøð. Tað vanliga hevur verið at leiga Alpha Pilot, men hann hevur eisini motortrupulleikar í løtuni.
Tjørnunes tekur 12 ferðafólk, tað sama sum Súlan er góðkend til á vetrartíð. Seinast Tjørnunes var í ferðafólkasigling, steðgaði Sjóvinnustýrið henni, tí hon ikki hevði loyvini í lagi.
Heri Norðberg sigur, at hesa ferð hevur Strandferðslan tryggjað sær, at allar góðkenningar eru í lagi og loyvini góðkend.
Súlan fer væntandi norður til Hvannasunds í morgun og tekur við siglingini í annaðkvøld ella hósmorgunin.
Ritan verður væntandi klár aftur um 14 dagar.
- Skrúvan og stamman eru nú send til Danmarkar til umvælingar. Hon er úr bronsu, so har skulu kønar hendur til, sigur Heri Norðberg. Hann sigur, at væntandi er skaðin hendur, tí sandbotnurin í Hvannasundi hevur flutt seg.
- Onkur lutur er so væntandi komin við sandinum, tí júst hatta svingið, sum teir gjørdu leygarmorgunin, gera teir kanska upp í túsund ferðir um árið, sigur Heri Norðberg, sum tí væntar, at hatta er ein lutur, sum ikki hevur ligið har áður. Hann sigur, at kavarar hava verið niðri og hugt, men sýnið var so vánaligt, at teir sóu ikki stórt.










