Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt tað vera ótrúligt at síggja, at tað ber til at skapa nakað so stórt á so lítlum plássi, sum á gamla meiarínum.
- Slíkt krevur eitt heilt serligar gávur, tá tað ræður um hugflog og evni, og tað eiga tey í ríkiligt mát á Tjóðpallinum, heldur Heðin.
Nakað fyri eyga og hugan
Heðin var sera hugtikin av innihaldinum i leikinum um Momo, sum jú snýr seg um, hvussu vit brúka okkara tíð ella kanska serliga, hvussu vit kundu brúkt hana øðrvísi.
- Innihaldsliga setti leikurin veruliga nakrar tankar í gongd um, hvat tað í grundini er, vit øll renna eftir. Í øllum hesum dagliga stressinum geva vit okkum jú ikki tíð til at steðga á, og hugsa um, hvørji okkara virði veruliga eru, sigur Heðin, sum er vísur í, at hann ikki var tann einasti, sum hevði fingið nakað at hugsað um eftir leikin leygarkvøldið.
Heðin Mortensen dylur ikki yvir, at fyri hann hevur sjónleikur altíð verið nakað heilt serligt og sagt honum nógv sum listagrein. Sjálvur var hann formaður í Havnar Sjónleikarafelag eitt langt tíðarskeið, og hann fylgir væl við í tí, sum hendir, innan leiklistina í Føroyum.
- Tað serliga við sjónleiki er, at her skapa leikarar, ljóð-, ljósfólk og onnur saman við áskoðarum eina heilt serstaka uppliving sum hendir beint her og nú, og sum ongantíð er heilt tann sama hvørja ferð. Tí er sjónleikur eisini serliga spennandi og hvørja ferð, tú fert i sjónleikarahúsið, heldur Heðin, sum vil mæla øllum til at nýta høvið at fara at hyggja at Momo.
- Har fáa vit bæði nakað fyri eygað og nakað at hugsa um, og ikki minst eitt fantastiskt leiklistarligt upplivilsi, sigur Heðin Mortensen.