Tjóðpallurin fer av bakkastokki

Tjóðpallur Føroya skal setast á stovn 1. januar 2004. Sostatt fáa Føroyar egnan tjóðpall, har leiklistafólk hava sítt dagliga virki og spæla klassiskan og nútíðar sjónleik á høgum støði. Samstundis verður áhugaleiklistin og yrkisleiklistin í størri mun skild sundur

LEIKLIST

Tjóðpallur Føroya er flaggskipið, sum nú fer av bakkastokki.
Soleiðis sigur Listafólkasamband Føroya, nú Tjóðpallur Føroya loksins er lagdur fyri løgtingið.
Nakað av tí síðsta, sum Annlis Bjarkhamar fekk frá hondini, áðrenn hon varð koyrd frá sum landsstýriskvinna, var at leggja uppskot til lóg fyri løgtingið um stovnan av Tjóðpalli Føroya. Hetta er ein dreymur, sum hevur livað millum leiklistafólk í áravís, ið nú verður loystur úr lagdi.
Ætlanin er sambært uppskotinum, at Tjóðpallur Føroya alment verður settur á stovn 1. januar 2004. Tjóðpallurin verður ein sjálvstøðugur stovnur. Ein landsstovnur, sum í listaliga virki sínum er óheftur av politiska myndugleikanum.
Tað er landsstýrismaðurin við mentamálum, sum fær heimild at seta á stovn Tjóðpall Føroya. Hann skal eisini velja eitt leiklistaráð við 7 limum, ið umboða ymiskar áhugabólkar við tilknýti til leiklistina.

Eitt yrkisleikhús
Arbeitt hevur verið leingi við at seta ein tjóðpall á stovn. Nú er tíðin búgvin. Málið við lógini er, at Føroyar fáa egnan tjóðpall, har leiklistafólk hava sítt dagliga virki og bæði klassiskur, nútíðar, føroyskur og týddur dramatikkur verður sýndur.
Síðan 1989 hava vit havt Leikpall Føroya, sum hevur til endamáls at fremja yrkis- og áhugaleiklist. Leikpallur Føroya hevur mest virkað sum ein skipan, ið hevur umsitið almenna stuðulin til leiklistina.
Tjóðpallur Føroya er eitt yrkisleikhús av slíkum slagi, sum vit ikki hava havt í Føroyum áður. Hann skal virka sum ein yrkisleikpallur við fastløntum starvsfólki. Roknað verður við, at leikararnir og onnur listalig starvsfólk verða sáttmálasett í tíðaravmarkað størv. Harafturat má roknast við, at Tjóðpallur Føroya fer at sáttmálaseta leikarar frá leiki til leik. Eisini kann roknast við, at tjóðpallurin fer at knýta áhugaleikarar til partar av sínum framførslum.

Skilt sundur
Ein stjóri skal setast fyri Tjóðpall Føroya. Hann skal leggja eina heildarfíggjarætlan og virksemisætlan fyri leiklistaráðið at góðkenna. Leiklistaráðið skal sostatt fylgja við virkseminum, uttan tó at leggja seg út í tað listaliga innihaldið. Tey skulu vera kjakfólk stjórans, ein hugskotsgrunnur. Harafturat skulu tey vera eitt sambindingarlið til áhugaleiklistina.
Sum nú er, er játtanin á løgtingsins fíggjarlóg til leiklistina savnað í eina kontu til Leikpall Føroya, sum umsitur og býtir játtanina. Nú verður játtanin býtt sundur í tríggjar kontur: Tjóðpall Føroya, stuðul áhugaleiklist og stuðul til yrkisleiklist. Soleiðis verður leiklistaligt virksemi skilt sundur og ábyrgdin verður greiðari.

Tjóðleikhús bíðar
Hóast Tjóðpallur Føroya ætlandi verður settur á stovn 1. januar 2004, so verður neyvan nakað tjóðleikhús bygt í bræði. Fyrstu tíðina kemur yrkisleiklistin at húsast sum nú, men arbeiðast skal fram ímóti, at Tjóðpallur Føroya fær hóskandi høli í høvuðsstaðnum. Tjóðpallurin skal kortini ferðast kring landið við leikum og øðrum virksemi.
Lógaruppskotið hevur ongan eyka kostnað við sær í fyrstu atløgu, men skal endamálið við lógini røkkast, er neyðugt, at játtanin á fíggjarlógini hækkar komandi árini, sigur Annlis Bjarkhamar, fyrrverandi landsstýriskvinna í viðmerking til lógina. Tað verður upp til hennara eftirmann at arbeiða fyri.