Tjóðpallurin fegnast um áhugan

Tjóðpallur Føroya: Í stóru miðbýarætlanini fyri Klaksvík er pláss sett av til tjóðpall. Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya veit ikki, hvussu hugsandi tað er at hava tjóðpall aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, men hon fegnast um, at klaksvíkingar eisini hugsa um tjóðpallin

Royndin Fríða nevnist stóra miðbýarætlanin, sum Archibald Black og Gunnar Nolsøe hava gjørt fyri Klaksvík.
Í hesi ætlan nevna teir, at pláss er sett av til tjóðpall.
- Tað hava vit gjørt, tí vit vita, at tjóðpallurin hevur ikki nóg góðar umstøður. Ymisk uppskot hava verið frammi í Havn um at byggja tjóðpall, men einki er hent. Vit vilja hava eitt mentanarhús við í ætlanina og halda okkum kunna bjóða tjóðpallinum bestu umstøður í húsinum út móti sjónum, sigur Archibald Black.
Hann heldur tað ongan týdning hava, um ein tjóðpallur hevur sæti í Havn ella í Klaksvík, tí tá ið Skálafjarðartunnilin kemur, fer tað at taka onga tíð at koyra millum Klaksvík og Havn.
Fólk hava tikið ymist ímóti uppskotinum um at byggja tjóðpall í Klaksvík. Summi hava sagt, at tað ber ikki til at hava tjóðpall aðrastaðni enn, onnur hava sagt, at tey mugu venja seg við tankan.
- Men eg havi eisini tosað við sjónleikarar í Havn, sum ikki hava hildið nakað galið vera við at hava tjóðpallin í Klaksvík, sigur Archibald Black.

Klaksvík má hava pall
- Eg haldi tað vera frálíkt, at onkur hugsar um okkum, sigur Jenny C. Petersen, stjóri á Leikpalli Føroya.
Men hon ivast í, hvussu hugsandi tað er, at Tjóðpallur Føroya fær spildurnýtt hús. Tað er ein landsuppgáva, og hon hevur ikki varnast, at nakar peningur er settur av til tað.
Annars heldur Jenny C. Petersen, at tjóðpallurin eigur at vera í Havn. Ein høvuðsstaður sær tað sum eina æru at hava tjóðpallin.
- Og Tórshavnar kommuna hevur alla tíðina víst tjóðpallinum stóra vælvild. Hevði tað ikki verið, høvdu vit ongastaðni havt at húsast, sigur Jenny C. Petersen.
Uttan mun til, um tjóðpallurin fer til Klaksvíkar ella ikki, vónar Jenny C. Petersen, at klaksvíkingar gera álvara av at byggja mentanarhús, tí tað er neyðugt bæði fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag fyri norðingar sum heild, sigur hon.