Tá ið tjøldrini koma, er várið í hond, onki er so vist sum tað. Tað kann so ikki merkja annað enn, at veturin longu nú er við at sleppa takinum og at várið er farið at troka hann av. Hóast tað enn er ein lítil mánaður til grækarismessu, sum er 12. mars, tá ið tað var gamalt, at tjøldrini komu, hevur Sosialurin longu fingið tær fyrstu fráboðanina um, at fólk hava sæð ein stóran flokk av tjøldrum. Tað er ein maður í Lopra, sum seinnapartin leygardagin sá ein flokk upp á eini 100 tjøldur koma flúgvandi-og so er bara at vóna at kavin bráðnar, so at tað fer at liggja betri fyri hjá teimum at finna sær nakað til matna