Fyrst í desember verða bókmentadagar í Havn við upplestri, kjaki og rithøvundavitjanum. Tiltakið byrjar hósdagin 4. desember við maratonupplestri á Reinsarínum. Fríggjdagin verður upplestur og signering í Rit og Rák, og um vikuskiftið flyta bókadagarnir niðan í Norðurlandahúsið, har kjakast verður um støðuna hjá nýggjum bókmentum og barnabókmentum.
Tað eru Rithøvundafelagið, Outsider Magazin, Forlagið Eksil, Vencil og Rit & Rák, sum í felag skipa fyri bókmentadøgunum 4.-7. desember 2008. Meira fæst at vita seinni.