Tjúkk ella kløn - hvør selur best?

Amerikanska mótablaðið ?V? hevur gjørt tvær forsíður - eina við einari klænari modell og eina við einari tjúkkari modell. ?Big is bigger than ever? - er slagorðið. Eftir at modellin Lizzie Miller vísti sín hangibúk í blaðnum ?Glamour?, hevur eitt rættuligt kjak tikið seg upp um modellir, sum síggja øðrvísi út enn tey vanlig klønu akslatrøini.

Amerikanska mótablaðið ?V? hevur avgjørt at royna hvør, sum selur best, tjúkk ella kløn, og hevur tí eina mynd av barnasjónleikaranum Dakota Fanning, 15 ár, á helvtin av bløðunum, og sjónleikaran Gabourey Sidibee, 26 ár, á hini helvtini.

Ùrslitið: Bæði bløðini eru útseld!

Spurningurin er bara: hvat hevði tú keypt?