Tjúgu vetur gamal veðrur

Hann er hvørki blivin seigur, ovfitaður merktur av øðrum ellistekinum. Men hann er vorðin gamal, tann heiðursmerkjaprýddi veðrurin úr Klaksvík, sum flestu føroyingar hava smakkað kjøtið av

Hvíta lambið í seyðafylginum hjá Føroya Bjór, ið varð lembt fyri tjúgu vetrum síðan, er við árunum vorðið til ein væl vaksnan veðr.

Leygardagin heldur veðrurin sín tjúgu ára lembingardag og bóndin, Føroya Bjór, hevur valt at hátíðarhalda hetta við at bjóða tveytúsund serbitar út.

Talan er um 2.000 fløskur við vanligum veðraøli í, men við serligari etikett. Fløskurnar eru talmerktar, og tað er eyðsæð, at Føroya Bjór hevur ætlað serligu ølfløskurnar til savnarar. Hesar serútgávur fáast bert til keyps á goymslunum hjá Føroya Bjór.

Nógv er broytt, síðan fyrstu fløskurnar av veðraøli vórðu sendar á marknaðin 15. juli í 1980. Nú fæst veðrurin á nærum øllum føroyskum matstovum, og til ber at fáa hann í "hondkeypi" hjá Rúsdrekkasølu Landsins og hjá bryggjarínum sjálvum.

Sum fólk lukkuliga royna at gloyma, var tað ikki soleiðis í 1980. Tá skuldi bæði ringjast, bíðast eftir postinum, girokort gjaldast og skattaviðurskiftini vera í lagi, áðrenn ølið kundi fáast til høldar.


Fer ikki uttanlands

Hóast veðrurin er nógv tað mest selda ølið í Føroyum - eisini um samanborið verður við donsku sløgini - so hevur Føroya Bjór ikki tær stóru ætlanirnar við at selja ølið uttanlands. Veðrurin trívist best í Føroyum

Nakrar einstakar barrir og matstovur í Danmark hava tó veðr á ølkortinum, og summi føroyingafeløg niðri selja eisini veðraøl. Í Íslandi verður eisini selt nakað av veðraøli.

Men hendan sølan uttanlands er heilt lítil samanborið við heimamarknaðin, og tað fer hon framhaldandi at vera.

Orsøkin til at Føroya Bjór ikki roynir seg uttanlands við viðurkenda ølinum er einføld. Føroya Bjór er, hóast tað kann tykjast sum eitt stórt bryggjarí her í Føroyum, so evarska lítið í altjóða høpi, at tað á ongan hátt ber til at kappast ímóti heimsumfatandi bryggjaríum so sum Carlsberg á størru marknaðunum.

Til samanberingar kann nevnast, at ársumsetningurin hjá Føroya Bjór bert er til støddar sum ein lítil brotpartur av teirri upphædd, ið Carlsberg bryggjaríið hvørt ár brúkar til marknaðarføring, og nevniliga marknaðarføringin er tað, sum ger munin millum vinning og tap í kappingini á altjóða ølmarknaðinum.

Tí er tað lítið hugsandi, at tann nú tjúgu vetur gamli veðrurin nakrantíð fer at gerast eitt kent ølmerki uttan fyri Føroyar.

Men her fer hann eftir øllum at døma at liva nógv ár afturat.