Tjúgu minuttir til Lamhauge

Í gjár fór bólturin á rull í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

Oddaliðið, Viborg, vitjaði í Silkeborg, har føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst er millum spælararnar.

Úrslitið var málleysur javnleikur, sum ber við sær, at Viborg er oddalið við 33 stigum, og at Silkeborg er á 3. plássi við 29 stigum. Silkeborg hevur spælt 15 og Viborg 16 dystir. Á 2. plássi er Herfølge við 31 stigum.

Silkeborg venjarin Troels Bech hevði ikki givið Christian Lamhauge Holst pláss millum teir fyrstu ellivu. Tá ið tað restaðu átjan minuttir varð Christian settur inn á miðvøllin.

Næsta avbjóðingin hjá Silkeborg verður um eina viku, tá ið teir skulu spæla toppdyst í Herfølge.

Fleiri aðrir útisetar skulu í eldin í næstbestu donsku deildini í dag:

AB við Christian Høgna Jacobsen í hópinum fer at vitja í Hvidovre.

Frem við Atla Danielsen og Jón Róa Jacobsen í ferðalagnum fer at vitja í Nykøbing Falster.

FC Amager hjá Toda Jónsson fær vitjan av Herfølge. Í FC Amager eru fleiri føroyskir spælarar: Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll Klettskarð.