Hetta var ein ikki sørt margháttlig fráboðan frá einum fíggjarmálaráðharra.
Hvussu gongur við hesi ætlan, hava vit ikki frætt nærri um, men í gjár kom ein fráboðan frá Landsbankanum um, at Landsbankin Føroya og Danmarks Nationalbank hava gjørt eina samstarvsavtalu um hagtøl. Okkurt bendir á, at Landsbankin stríðist fyri at yvirliva.
Vit kunud ímyndað okkum støðuna í Danmark, um Bjarne Corydon brádliga ein dagin av Fólkatingsins røðarapalli boðaði frá, at hann fór at niðurleggja Danmarks Nationalbank – leggja hann saman við Danmarks Statistikk – og at nýggja navnið fór at vera »Tælle«, kanska við enska undirheitinum »Counting«.
Corydon hevði ikki bara verið til grin. Hann hevði verið kjølhálaður og fingið durafjórðingin sum politikari.
– Men tað fer Bjarne Corydon helst at gera. Jørgen fíggjarmálaráðharri hevur skuldsett Corydon fyri at herma eftir sær við skattingini av pensjónum, so hví skal hann ikki eisini stjala hetta góða hugskotið...?