Tjóðbankin lækkað rentuna

Sum væntað hevur danski Tjóðbankin lækkað rentuna 0,1 prosentstig í dag. Tað ávirkar neyvan rentuna hjá bankunum Seinnapartin boðaði Tjóðbankin frá, at hann hevði gjørt av at lækka rentuna 0,1 prosentstig, so rentan nú er 1,55 prosent.

Stutt frammanundan hevði Evropeiski Miðbankin kunngjørt, at hann broytir ikki rentuna á hesum sinni.

Danskir búskaparfrøðingar høvdu væntað, at Tjóðbankin fór at lækka rentuna 0,1 prosentstig í dag. Teir vænta kortini ikki, at lækkingin fær ávirkan á rentuna hjá bankunum, tí lækkingin er so lítil.