Tjóðarvøllur og innandura fótbóltshøll

Í gjáramorgunin var eg á veg til Klakksvíkar við soninum, sum skuldi á fótbóltsskúla. Meðan eg koyrdi, var útvarpið frá. Ávegis inn í undirsjóvartunnilin Leirvíkarmegin, hoyrdi eg FSF forsetan staddur á íblástursferð í Norra, greiða útvarpsmanninum frá, at FSF ætlaði at fara undir at gera ein nýggjan tjóðarvøll. Sum eg skilti av samrøðuni, so verður ítøkiliga arbeitt við at útbyggja Tórsvøll fyri 100 mió. krónur

Komin til Klakksvíkar á Djúpumýru (Injector Arena) var grimdarregn. Allir hesir hugagóðu fótbóltsleikarar runt um, sum vóru møttir á fótbóltsskúla, máttu brynja seg við eitt sindur av toli, tí veðrið var so ófantaligt, at ikki var ráðiligt at fara beinleiðis á vøllin.

Tíbetur var avgjørt at fara útá vøllin, sjálvt um tað áhaldandi regnaði av grimd. Sjálvur slapp eg undan regninum og harvið kuldanum, tí eg við heitum kaffimunni kundi hyggja út ígjøgnum vindeygað úr KÍ Cafeeini, meðan hesi ungu fótbóltstalentini tuskaðu um hyljar, vát og køld, men sera hugagóð.

Hyggjandi eftir hesi sjón kom mær aftur til hugs útvarpssamrøðuna við FSF forsetan fyrr um morgunin.

Hvat hevði tað ikki verið gott at havt eina innandura fótbóltshøll í hesum líkindunum ?

Havi nú í nøkur ár roynt at givið mítt íkast til fótbóltin við at átaka mær at venja nøkur av teimum yngru ungdómslíðunum hjá NSÍ. Hesir, sum væntandi um nøkur ár skulu umboða okkara feløg heima og burturi eisini á altjóða støði. Sjálvandi ger man sær sínar tankar um, hví Føroyar nú dragna so nógv á tí altjóða fótbóltslistanum, og hvat skal til fyri at venda gongdini.

Eg trúgvi, at um gongdin skal vendast, er neyðugt at vit í Føroyum ásanna, at vit mugu venja og spæla fótbólt munandi longri part av árinum, enn vit gera nú. Sum dømi kann eg nevna, at tað liðið, sum eg venji, byrjar landskappingina síðst í apríl og endar um miðjan september. Burtur av hesum tíðarskeiði fara tveir mánaðar, har kappingin liggur still vegna summarfrí. So í veruleikanum verður bara spælt tríggjar mánaðar av árinum.

Vit mugu ásanna, at tað harðbalna veðurlagið í Føroyum setir avmarkingar fyri, hvat uttandura virksemi viðvíkur, og tað er ein veruleiki, sum man má fyrihalda seg til, men tíbetur kann gera nakað við.

Aftur til útvarpssamrøðuna við FSF forsetan. At byggja ein nýggjan tjóðleikavøll er óivað eitt gott hugskot, men er tað nú tann týdningarmiklasta uppgávan hjá FSF at raðfesta í løtuni ?

Min meining er, at bygging av nýggjum tjóðleikvølli er ikki tað, sum eigur at raðfestast hægst í løtuni.

Tvørturímóti eigur bygging av nýggjari, innandura fótbóltshøll, sum lýkur altjóða krøv at verða sett ovast á breddan og bygda ongantíð ov skjótt.

Tað skuldi helst ikki veri so, at vit um nøkur ár hava ein nýggjan tjóðarvøll, men tíverri fáar og ongar dystir, tí menningin av fótbóltsleikarunum í Føroyum megnaði ikki at standa mát við menningina hjá okkara kappingarneytum, tí við raðfestu skeivt.