Skroypiliga stjórnarsamgongan í Ísrael hevur í dag tikið stig til at skriva út núval. Tað hendi við, at tjóðartingið fyribils hevur góðkent eitt uppskot um at upploysa tjóðartingið.
Uppskotið fekk stuðul frá miðflokkinum Bláu og Hvítu og leiðara floksins, Benny Gantz. Bláu og Hvítu er við í stjórnini undir leiðslu av Benjamin Netanyahu úr høgraflokkinum Likud.
Gantz, sum er verjumálaráðharri, hevur í eini røðu lagt Netanyahu undir bara at hugsa um egin áhugamál, sum hevur ført ført við sær, at Ísrael er uttan fíggjarlóg undir djúpari búskaparkreppu vegna koronufarsóttina.
Uppskotið um at skriva út val varð sett fram av andstøðuni og samtykt við 61 atkøvðum fyri og 54 ímóti takka verið stuðulin frá Bláu og Hvítu. Uppskotið kemur ikki gildi, fyrr enn tað hevur verið ígjøgnum fleiri atkvøðugreiðslur.
Trý tjóðartingsval hava verið í Ísrael seinastu tvey árini.
Borgarligi Likud-flokkurin hjá Netanyahu skipaði stjórn eftir síðsta val í mars í eini samgongu við Bláu og Hvítu og leiðara floksins, Benny Gantz. Sambært samgonguavtaluni skuldi stjórnin gera eina fíggjarlóg fyri tvey ár.
Men vegna koronufarsóttina skjeyt Likud upp, at tað skuldi atkvøðast um tvær ymsar fíggjarlæogir. Tað avvísti Benny Gantz, og ósemkjan um búskapin og fíggjarætlanina kann nú føra til enn eitt val. Tað fjórða valið í tvey ár.
Viðurskiftini millum stjórnarflokkarnar, sum hava verið mótstøðuflokkara á fleiri valum, hava vermið merkt av togtogan og stríði síðani byrjan.
Netanyahuy er skuldsettur fyri mutur og álitisbrot, og Gantz ákærir hann fyri loynliga at sabotera stjórnarsamstarvið fyri at halda rættarmálinum frá sær.
Eitt rættarmál ímóti Netanyahuy byrjaði í mai, men øll tilgongdin síðani hevur verið merkt av útsetinginum. Næsti rættarfudur við vitnisavhoyringum er sett til januar.
Um Netanyahy verður funnin sekur í ákærunum, sum eru reistar ímóti honum, kann hann verða dømdur tíggju ár í fongsul. Hann noktar at hava gjørt nakað ólógligt og sigur, at hann er fyri politiskari forfylging.
/ritzau/AFP










