- Tað kann tí bert lýsast sum tjóðarspilla, og vanrøkt av føroyska fólkaræðinum, at lata hesa stjórnarskipan reka fyri so óvanligum mið-og hugsjónarloysi, sum Løgtingið hevur sýnt, við at lata alla rættarligu framtíð okkara avmarkast til paragraffir, kaffi og fundarhøli við so nevndu §25 nevndini.
Orðini eigur virkandi formaður í Unga Tjóðveldi, Brandar Heðinsson, sum í lesarabrævi í dag finst at øllum stjórnarskipanararbeiðinum og mælir til, at fólkið sleppur til orðanna at orða stjórnarskipanina.
- Stjórnarskipanin skal tryggja okkum fólkaræði og frælsi her á landi, og tað er tí heilt óskiljandi, at tilgongdin at gera hana ikki er fólkaræðislig. Við kaffi- og wienerbreys tilgongdini, ið bert tænir Sambandsflokkinum, kann stjórnarskipanin ongantíð rópast fólksins lóg, og so als ikki tjóðarsemja føroyinga. Tí mugu vit droppa nevndirnar, droppa politikkarar og paragraff-klubbar, og heldur lata føroya fólk skapa stjórnarskipanina sjálvi, skrivar formaðurin í Unga Tjóðveldi.
Hetta skal gerast við at 50 umboð, ið skulu umboða tjóðina á tjóðfundum, verða vald á beinleiðis vali fyri ymisk økir kring landið,
- Tjóðfundurin skal skipast við almennum fundum kring oyggjarnar, har øll kunnu bera fram hugsan sína, so at tað eru tú, eg og vit øll sum skapa lógina. Tjóðfundurin ger endaligt uppskot til føroyska stjórnarskipan, og verður hetta uppskot lagt til bindandi fólkaatkvøðu. Hetta verður lógin, ið hevur vælvild og heimild fólksins, og tíðskil hægsta lóg í landinum, skrivar Brandar Heðinsson.
Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her.