Jacob Vestergaard, landsstýrisamaður í búnaðarmálum vísti á, at hann – uppvaksin á bygd við landbúnaði – hevur serligan tokka fyri útjaðaranum og landbúnaðin.
– Mín luttøka í hesum byrjaði, tá Bjørn Patursson í 2009 lat festið frá sær. Eg fekk kunnleika til tjóðgarðsætlanina, og tí settu vit nýggja festara í tíðaravmarkað skeið. Tjóðgarðurin fekk hægstu raðfesting, og tí mátti festið skipast hareftir, segði Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin greiddi eisini frá, at hann til heystar kemur við lógaruppskoti um at styrkja fíggjarliga grundarlagið fyri serstakar verkætlanir av almennum áhuga.
– Slíkar ætlanir fevna um varðveitslu av føroyskari mentan og náttúruarvi, tjóðgarðsætlanum, um útisøvn og har varðveitsla av húsdjórum av føroyskum uppruna hevur eisini hægstu raðfesting, segði Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin, sum varðar av festinum í Koltri, segði eisini, at áðrenn nýggj stig verða tikin, skal bygnaðurin í festinum dagførast, ein bygnaður, sum skal tryggja eina meginætlan, sum verður í tryggari legu, sum tryggjar mentanararvin í oynni, bátar, amboð, teigalendið, serføroysk húsdjór og ferðavinnu. Hann segði eisini, at myndugleikin skal tryggja, at eftirlit verður við oynni alt árið við nøktandi bústaðarskyldu við fólki við førleika.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, vitjaði hendan dagin á fyrsta sinni í Koltri og kundi nú staðfesta, at hann nú hevði vitjað allar oyggjarnar. Bjørn Kalsø er bóndi á Syðradali á Kalsoynni, og undir hansara festi er eisini gamla bygdin, Blankaskála, haðani fólkið flutti í 1809.
– Hann helt tað vera sera áhugavert at síggja, hvussu liviumstøðurnar hava verið í eini bygd, sum Koltri, sum hann helt líktist ikki sørt Blankaskála.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu segði seg eisini hava sæð fram til hendan stóra dagin í kommununi, sum seinastu árini eisini hevur fevnt um Koltur.
– Okkara lutur hevur verið at stuðlað við ymsum tekniskøum veitingum. Vit fegnast um hetta stóra átak, sum ger tilboðini í kommununi enn meira fjølbroytt og áhugaverd. Eisini er hetta eitt satt paradís hjá okkara skúlaungdómi at læra av okkara gamla samfelag. Hetta er tað mest spennandi ferðamálið í allari kommununi og í øllum landinum. Økið er í góðum hondum hjá Tórshavnar Kommunu, tað kunnu bæði eg og allir býráðslimirnir vátta, segði Heðin Mortensen.
eirikur@sosialurin.fo