Tjóðarframsýning við rasuhundum

Í morgin skipar Hundaeigarafelag Føroya (HUFF) fyri stórari tjóðarframsýning við rasuhundum. Sýningin verður í Ítróttahøllini á Hálsi í Havn. Hetta er fjórða árð á rað, at HUFF skipar fyri framsýning. Fullteknað er til sýningina – 80 hundar - og dómari til sýningina er sviin, Paul Stanton.

?Tá dømt verður, verða hundarnir fyrst bólkaðir - alt eftir, hvønn flokk teir hoyra til. Besti hundurin í hvørjum bólki kann so kappast móti bestu hundunum úr øðrum bólkum. Hugt verður eftir útsjónd á hundinum, hvussu væl hann er bygdur, og hvussu sinnalagið er. Endamálið við hesum er at fáa aligóðkendar hundar í Føroyum. Nakað, sum í sjálvum sær eisini viðførir, at hundar her heima verða enn betri fyri, enn teir longu eru.

- Undanfarin ár hevur tiltakið verið rættiliga væl vitjað, og umhugsar tú at fáa tær hund, er hetta eitt upplagt høvdi síggja ymisku hundasløgini. Ikki minst er hetta eisini ein møguleiki at koma í samband við eigarar av ymsum hundasløgum, soleiðis at tú í best møguligan mun kann finna út av, hvør raca hóskar seg best til júst tín og títt húski, sigur HUFF.

Sjálv framsýningin byrjar klokkan 10.30, og í steðginum fara Nina og hundur hennara Dido at vísa fram eitt dog-dancing show. Sum orðini siga, er hetta ein hundur, sum til tónleik dansar saman við ánara sínum.??

Hundaeigarfelag Føroya hevur verið virkið í seks ár og hevur arbeitt miðvíst við at samskipa virksemið til frama fyri hundarnar og eigarum teirra.

- Eitt nú hava vit havt tiltakið, "Barn og hundur". Hetta tiltak verður framt til tess at byrgja upp fyri, at børn koma í støður, har tey kunnu verða bitin av hundi. Sostatt lærir barnið, hvussu tað eigur at bera seg at saman við hundi. Higartil í ár hava 400 børn um alt landið - í aldrinum 7-9 ár - verið á hesum skeiði.? Alt arbeiðið, sum verður gjørt í felagnum, er sjálvboðið, sigur Hundaeigarafelag Føroya í tíðindaskrivi.