Kappróðurin er okkara tjóðarítrótt. Soleiðis verður aftur og aftur tikið til, og hóast fótbólturin hevur størstu undirtøku av øllum ítróttargreinum og aðrar ítróttargreinar eisini hava fleiri luttakarar og áskoðarar, so er søgan og mentanin orsøk til, at kappróðurin framvegis eigur status sum tjóðarítrótt.
Í kjakinum á sosialu miðlunum um óvanliga harmuligu lagnunum, sum róðurin í Hvalvík í dag fekk, verður spurningurin reistur, um tað ber til at hava tjóðarítrótt, sum verður so illa umsitin, tá ið tað annars verður gjørt so nógv fyri at menna karmar og annars at syrgja fyri, at kappingar eru á høgum støði og verða professionelt avgreiddar.
Í fleiri umførum hava umboð fyri Róðrarsamband Føroya í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum seinnapartin harmast um, at hesin kappróðrardagurin skuldi verða soleiðis.
Enn verður roynt at avgreiða FM róðrarnar. Ætlanin er, at fyrsta startskotið skal vera klokkan 17.30. Barnaróðurin varð avlýstur fyri fleiri tímum síðani, og onkrir aðrir bátar eru farnir av róðrarøkinum, upplýsa umboð fyri in.fo, sum eru í Hvalvík.