Tjóðarítrótt - er tað nakað at reypa av?

Jú, tað at sita í einum kappróðrarbáti er sannliga nakað serstakt. Tað er bæði ein stórur heiður at fáa, men samstundis ein ábyrgd, sum er nógv størri enn tey flestu geva sær fær um. Róðrarfólkið ber mentanararvin víðari – ein arvur, sum vit hava fingið frá okkara forfedrum - ein arvur, sum ikki finnst aðrar staðir her á jørð.

Teir gomlu róðu ikki altíð kapp til stuttleika, men heldur fyri at yvirliva, og av tí, at teir gjørdu tað, er tað gjørligt hjá okkum at rógva til stuttleika. Latið okkum ikki gloyma tað gamla við bátinum, men heldur leggja okkum tað væl í geyma og ansa væl eftir tí, sum er okkum kært.

Tað er nú heldur ikki ein løtt ítróttagrein, tí í mun til nógva aðra ítrótt, mugu vit finna upp á alt sjálvi. Kappróðurin er tann einasta uppruna ítrótt í Føroyum. Vit mugu skapa alt sjálvi frá grundini. Tað svarar til, at fótbóltarnir verða seymaðir í einum kjallara í Runavík, at ketsjararnir verða gjørdir burtur úr eini fleygingarstong, og at undirlagið til flogbóltsfinaluna verður eitt uppafturgrivið dansigólv úr Sumba. Allar aðrar ítróttargreinir sleppa undan at skapa alt frá grundini, og innflyta í staðin alla sína útgerð. Kappróðurin fær ikki tílíkar lidnar pakkaloysnir borðreiddar. Vit mugu skapa alt sjálvi – alt frá paragraffunum til nøglina. Hetta er av sonnum ein tjóðarítrótt, og jú – latið okkum reypa av tí!

Hetta eru so okkara fortreytir, og teimum skulu vit vera ómetaliga stolt av, tí hetta er nakað serstakt! Har afturat er sjálvur leikvøllurin eitt eindømi – Atlantshavið. Hvør onnur ítrótt hevur tað?

Tað er vælsignað, at vit finna inn til røturnar – til gleðina við sjógvin og bátin. At vera saman á sjónum í stoltleika og kappast í virðing hvør móti ørðum.

Tað vóru tung boð at fáa í vár, tá Róðrarsamband Føroya boðaði frá, at vegna Korona fór ongin kappróður at verða í summar. Skuldi veruliga ein lítil vera steðga øllum kappróðri í summar? Eg og fleiri við mær hugsaðu, at hetta fór at gerast eitt løgið summar. Eg dugdi ikki at ímynda mær eitt summar uttan útvarpaðan kappróður frá Suna Merkisstein og reypi frá Ludvík við Stein, ella eitt summar uttan greinar frá Vagni Mikkelsen – fyri ikki at tala um fýrverkið frá Sjúrða Gullbein!

Hetta “Korona-summarið” hevur verið løgið á so mangan annan hátt, men lukkutíð varð kappróðurin aftur settur á dagsskrá, og tað við lít, tí frá møguliga at ongin manning yvirhøvur  fór at flota bát í summar, til met luttøku á Vestanstevnu við heili 100 manningum – takka verið Koronu!

Sum er, eru allar ítróttagreinar meira ella minnið heilársítróttir, og má tí hvør einstøk ítróttagrein krøkja luttakarar til sín sum frægast fyri at yvirliva.                                                                                                Kanska hetta “Korona-summarið” kann fáa sersambondini hjá ÍSF av álvara at samstarva um ein kappingar-kalendara. Eina skipan, ið skilir ímillum summar- og vetrarítrótt – ið greitt tilskilar, nær vetrarítróttin endar, og nær summarítróttin byrjar. Tað hevði heilt víst gagna øllum – ikki bert kappróðrinum á sama hátt, sum vit hava sæð í summar.                                                    

Tað er í dag næstan ógjørligt at íðka tvær ítróttagreinar sum t.d. flogbólt og kappróður ísenn. Bara helmingurin av rógvaraskarðarum telur yvir fimti flogbóltslið. Hevði tað borið til at íðka bæði summar- og vetrarítrótt vildi tað elvt til nógv fleiri íðkarar, ikki bert í kappróðrinum, men í øllum ítróttargreinum.

Góða Ólavsøku!