Tað verður nakað av broytingum í ólavsøkuskránni í ár. Hin størsta verður helst, at Tórshavnar Ítróttaráð flytir øll síni tiltøk úr Kommunuskúlagarðinum oman á Skálatrøð.
– Tað er vorðið ov trongt í Kommunuskúlagarðinum nú trøð eru plantað har, og Skálatrøð er eitt stórt, opið øki, so vit vænta, at tað fer at rigga væl við okkara tiltøkum her, siga Kristianna Høgnesen og Annsy Høghamar frá Tórshavnar Ítróttaráð.
Tað eru 20 ymisk ítróttafeløg í hattinum hjá Tórshavnar Ítróttaráð, og hesi skipa øll fyri ymiskum tiltøkum á ólavsøku. Inntøkurnar av ólavsøkuni eru nevniliga eitt gott íkast til raksturin hjá flestu av ítróttafeløgunum.
Men tað er kortini ikki av sær sjálvum, at tey kunnu hava tiltøk á ólavsøku. Alt verður samskipað av Tórshavnar Ítróttaráð.
– Vit seta lýsingar í bløðini, har heitt verður á feløg um at søkja um loyvi at skipa fyri tiltøkum á ólavsøku. Tá so allar umsóknirnar eru komnar inn, seta vit okkum saman við løgregluni at viðgera umsóknirnar, og síðani verða tær sum regul játtaðar, sigur Annsy Høghamar.
Feløgini hava verið við í so nógv ár nú, og tey skipa gjarna fyri somu tiltøkum ár undan ári, men tað er eisini ein uppgáva hjá Tórshavnar Ítróttaráð – ella samskiparunum, sum tær báðar hava hug at nevna seg – at syrgja fyri, at ikki øll gera tað sama.
Ókeypis hoppiborgir
– Vit hava og hava havt eitt sera gott samstarv við býráðið, og í ár verður skipað soleiðis fyri, at tað eisini verður nakað ókeypis fyri børnini. Vit fara at hava átta ymiskar hoppiborgir á økinum á Skálatrøð, og tær verða alla ókeypis at hoppa í, sigur Kristianna Høgnesen.
Hetta verður gjørt í samráð við býráðið, og í sambandi við 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu.
– Vit halda, at tað er av stórum týdningi, at ikki alt snýr seg um pengar á ólavsøku, og tí eru vit við til hetta ókeypis tiltakið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann verður uppaftur aktivari enn vanligt á ólavsøku, tí hann fer – fyri fyrstu ferð – saman við restini av býráðsmanningini at luttaka í skrúðgonguni hjá ítróttafólkunum. Og tey verða øll ílatin føroysk klæði.
Tað er ikki enn avgjørt, hvar skrúðgongan byrjar, um tað verður frá Kommunuskúlagarðinum sum vant, ella byrjað verður á Skálatrøð.
Annars verður tað mesta sum tað plagdi at vera í Kommunuskúlagarðinum. Nú verður alt bara á Skálatrøð. Har verða fiskibrunnur, tombola av ymsum slag, karrussel, skjótibani, ballónir, matur og annað.
Gott útsýni
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at kommunan fer at seta eitt sonevnt Schengen-hegn upp oman móti vestaru vág, so eingin av óvart gongur seg á sjógv. Tó verður møguligt at ganga fram við bátabrúgvunum niðan fyri hegnið.
– Vit hava gjørt royndir við Skálatrøð tá Tórsfagnaður var hildin her, og tað riggaði óføra væl, so eg ivist ikki í, at hetta fer at verða sera vælegnað til ólavsøkuhald. Hartil kemur, at tú hevur eitt gott og vakurt útsýni her, og tað hevði tú ikki í kommunuskúlagarðinum, sigur Heðin Mortensen.
Eisini er nógv annað at fara til í økinum.
- Her er Müllers Pakkhús, sum fer at hava framsýning á ólavsøku, Valdemar Lützen hevur eisini eina framsýning og her kemur sluppin Westward Ho eisini at liggja. So tað verður eisini nógv annað virksemi í umráðnum, sigur borgarstjórin.
Tó verða ikki øll tiltøkini flutt oman á Skálatrøð.
– Vit ætla at lata básarnar oman fyri Føroya Banka í Steinatúni verða verandi. Tað verður ógvuliga tómligt í býnum, um alt verður flutt oman á Skálatrøð, siga samskipararnir báðir, Kristianna Høgnesen og Annsy Høghamar.
______________________________________