Útivikan er byrjað

Fólkaheilsuráðið hevur skírt viku 21 Útiviku. Tankin við Útivikuni er, at fáa fólk at seta bilin og ganga til arbeiðis. Og harvið, at røra seg meira.

Í fjør luttóku nógvar fyritøkur og kommunur í vikuni og soleiðis verður eisini í ár. Í ár er serligt fokus sett á at fáa eldri at seta bilin og ganga.

Nøkur dømi uppá, hvat fyritøkur, stovnar og kommunur ætla er venjing á Vaglinum, krokk í Hvannasundi, krabbaveiða og súkklukapping. Nógv onnur tiltøk eru at síggja á heimasíðuni: www.folkaheilsa.fo, sigur Fólkaheilsuráðið.