Útivið 2.300 feraðfólk, sum svarar til nærum 5% av Føroya fólki, ferðast um flogvøllin í dag
Tá ið gongd aftur kom á flogferðsluna, eftir tveir mjørkadagar, hevur gingið væl at avgreitt flogførini.
Fimm flogfør eru lend í Vágum fyrrapartin. Útivið 1000 ferðafólk komu og fóru um middagin.
Næsta bylgjan av flogførum kom til Føroya millum 16 og 19 seinnapartin. Tey fóru avstaðaftur til Stockholm, Stavanger, Aalborg, Billund og Keypmannahavnar millum 17 og 19.
Triðja bylgjan av flogførum væntast í Vágar rundanum midnátt og tá hava um 2300 ferðafólk ferðast um flogvøllin í dag.










