Tiva so tað hoyrist

Lerwick. Bogi. Hava kappsúkklur nakra ringiklokku? Eg meini so við, at tit eru ofta í ferðsluni, tá tit súkkla.
- Nei. Tað hava tær ikki. Men vit tiva so hart, at tey flestu hoyra okkum, áðrenn tey síggja okkum. Ha, ha.
- Vit súkkla jú aloftast á avbyrgdum økjum, so hóast tað er á vegnum, so er eingin ferðsla, tá kappingar eru.
Men tit venja jú eisini, og tá er løgreglan ikki og ansar eftir tykkum. Og forrestin, so sær heldur ikki út til, at tit hava nakað endurskin.
- Nei. Tað hevur tú kanska rætt í. Hesar kappingarsúkklurnar eru kanska ikki heilt lógligar, tá talan er um súkkling í ferðsluni, men tað mást tú ikki skrva. Hinvegin eru onkrar venjignarsúkklur, sum hava endurskin, so kanska man skuldi brúkt tær meira.
Kundu tit ikki eisini havt okkurt slag av endurskini við tykkum, tá tit súkkla eitt myrkt heystarkvøld, um so er, at tað er kappingarsúkklann, sum verður nýtt?
- Jú. Vit kundu kanska havt eitt í reyvarlummanum!