Titrandi tónar til heimbygdina

Í farnu viku gav 64 ára gamli hovbingurin Kajfinn Hammer, sum nú er búsitandi í Kollafirði, næsta yrkingasavn sítt út. Tað ber heitið “Tær vígi eg titrandi tónar mínar”.

Savnið er skipað í sjey ymiskar partar, har stórur dentur verður lagdur á lýsingar úr náttúruni og á kærleikan. Men her finnast eisini fleiri andaligar yrkingar.

At Kajfinn er ættaður úr Hovi sæst sera væl aftur í savninum. Her verður heimbygdin lýst bæði í yrkingum og við kortmyndum.

Tað sjáldsama er eisini, at til tess at økja um áhugan fyri yrkingunum er ein fløga viðheft við løgunum á. Tað er klaverleikarin, Victor Carlsen sum stóð fyri hesum arbeiði.

Yrkingarnar eru ognaðar einum frælsum og virðiligum Føroyum.